Royndin hjá Livar at seta heimsmet er í vanda

- Vandi er fyri, at ferðin verður løgd á ís, í hvussu so er eina tíð

Í mars mánað næsta ár ætlaði Livar Nysted sær at seta heimsmet í at rógva Tvørtur um Suðuratlantshav.

Meiningin var at hann skuldi vera ein av manningini á einum báti, sum skuldi rógva úr Gran Kanaria til Barbados.

 

Heimsmetið á hesum teininum er 32 dagar og endamálið við ferðini hjá Livar og teimum næsta ár, var púra greitt: Teir skuldu royna at seta nýtt heimsmet.

 

Les eisini: Livar Nysted hugsar um stórar avbjóðingar

 

Men nú er ferðin komin í vanda!

Livar Nysted sigur, at hann hevur fingið boð frá bátsformanninum, Leven Brown, um, at ein av teimum stóru stuðlunum hevur tikið seg aftur, tí hann heldur, at ferðin er ov vandamikil.

Hinvegin sigur hann, at bátsformaðurin,  sigur, at hann roynir at finna onkran annan stuðul.

- Men tað er rættiliga óvist, hvussu tað verður og í øllum førum tykist greitt, at ferðin verður útsett.

Livar Nysted sigur í øllum førum, at hann ætlar sær avstað aftur, men nú veit hann ikki nær og hvar tað verður.