Roynd
Vágar:Tað ber til at hoyra Útvarpið undir Vestmannasundi. Eisini fartelefonin virkar. Viðhvørt.
Fólk, sum koyra undir sundinum, hava av og á kunnað ringt við fartelefon úr tunlinum í seinastuni. Eisini útvarpið hevur verið at hoyrt.
Niklas Foldbo, hjá partafelagnum Vágatunlinum, sigur, at talan er um at útgerðin nú verður royndarkoyrd. Tí kann ikki væntast, at sambandið er støðugt, men verður burtur av og á.
Hann sigur, at uppsetingin er liðug, men at tað fer at ganga ein mánaði ella so, áðrenn roknast kann við, at alt er endaliga komið upp á pláss.
?Av og á koyrir útgerðin, sum hon ætlandi skal, tá klárt er, Men so verður hon sløkt aftur, meðan ymiskar justeringar og kanningar annars fara fram, sigur Niklas Foldbo. Hann roknar við, at einaferð seinast í februar mánaða verður alt liðugt, og støðugt samband fæst inni í Vágatunlinum.
Vágatunnilin hevur seinastu tíðina verið stongdur um náttina mitt í viku, tí arbeitt hevur verið. Tó hevur borið til at koyrt í gjøgnum hvønn heilan tíma. Hetta fer at standa við í hvussu er hendan mánaðan út, sigur Niklas Foldbo. Okkurt arbeiði er at gera í tunlinum, og hidlið verður ikki ráðiligt at lata ferðsluna ganga frítt, meðan arbeitt verður.










