Royal Greenland upplýsir í tíðindaskrivi, at stjórnin hevur valt at siga samstarvið við stjóran upp við gildi beinanvegin í dag 10. februar.
Susanne Arfelt Rajamand tók við starvinum sum stjóri í februar 2023.
Forkvinnan í nevndini í Royal Greenland, Maliina Abelsen, sigur um uppsøgnina, at nevndin metir, at tørvur er á einum øðrvísi profili:
– Royal Greenland hevur verið avbjóðað á nógvum økjum seinastu tvey árini, og hesa tíðina hevur ein samd nevnd avgjørt, at tørvur er á einum stjóra við einum øðrvísi profili, og tí seta vit gongd á eina setanartilgongd. Vit takka Súsanne fyri hennara samstarv og innsats, sigur Maliina Abelsen.
Nevndarlimurin Preben Sunke verður stjóri í Royal Greenland til ein avloysari er funnin.
Preben Sunke er í løtuni næstformaður í nevndini í Forenet Kredit og Nykredit. Hann hevur eisini áður verið stjóri í sláturrisanum Danish Crown.
Royal Greenland hevur havt eitt trupult tíðarskeið. Í 2023 kom felagið sostatt út við einum halli uppá 255 milliónir danskar krónur fyri skatt.
Fyrra hálvár 2024 var eisini hall.
Susanne Arfelt Rajamand hevði sett í verk eina stóra endurreisingarætlan sum svar uppá vánaliga búskapin, men nú fer hon so frá.
Royal Greenland er 100 prosent ogn hjá Sjálvstýrinum og hevði ein umsetning uppá umleið 5,8 milliardir krónur í 2023.