Hagstovan skrivar, at fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá umleið 900 fólk løgdust afturat í einum 12-mánaðarskeiði. Síðan tá er fólkavøksturin spakuliga minkaður, og nú tykist stígur vera komin í. Síðani juni í fjør hevur fólkavøksturin fyri hvørt tólv mánaða tíðarskeið ligið um eitt hálvt prosent.
Burðaravlopið metlítið
Í 2024 vóru 586 børn fødd - tólv fleiri enn í 2023. Í 2024 doyðu 446 persónar, og tað vóru 33 fleiri enn í 2023. Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, var bara 140 í 2024. Tað er minsta burðaravlop fyri eitt kalendaraár síðan 1985, sum er fyrsta uppgerðarár.
Umleið 1.500 fólk fluttu til Føroya í 2024 - knapt 250 færri enn í 2023. Umleið 1.350 fluttu úr Føroyum í 2024 - knapt 200 færri enn árið fyri. Av tí at tilflytingin minkaði meir enn fráflytingin, gjørdist nettoflytingin minni í 2024 enn í 2023. Nettoflytingin er munurin millum til- og fráflyting.
Burðaravlopið og nettoflytingin fyltu á leið hvør sína helvt av fólkavøkstrinum í 2024.
Stórur vøkstur í Sjóvar og Skálavíkar kommunu
Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. januar 2024 og 2025.
Tær fimm kommunurnar við størsta fólkavøkstrinum í 2024 vóru Tórshavnar, Nes, Runavíkar, Sjóvar og Skálavíkar kommuna. Samanborið við fólkavøksturin árið fyri, hava Sjóvar og Skálavíkar kommuna yvirhálað Klaksvíkar og Eysturkommuna á listanum yvir fimm kommunurnar við størsta fólkavøkstri í 2024.
Fólkaríkastu kommunurnar eru tær somu sum áður, nevniliga Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur og Vága kommuna.