Í dag veit tíðindastovan NTB at siga, at Hamas hevur sent eina sendinevnd til egyptiska høvuðsstaðin, Kairo, at tosa um vápnahvíldaravtaluna við Ísrael.
- Samstundis arbeiða meklarar av øllum alvi fyri at loysa trupulleikarnar kring avtaluna millum stríðand partarnar.
NTB veit at siga, at meklarar úr Qatar og Egyptalandi royna at loysa trupullekarnar, sum hava stungið seg upp.
Hetta sigur ein palestinsk kelda fyri tíðindastovuni, AFP.
Arbeiðið, sum nú gongur fyri seg, verður gjørt í kjalarvørrinum av, at Ísrael hevur hótt við at taka álopini á Gazageiran uppaftur.
Stúrt verður fyri, at Ísrael fer at leypa á aftur, um Hamas ikki letur fleiri gíslar leysar innan vikuskiftið, vita tíðindastovurnar at siga í dag.