Frihedsbrevet.fo skrivar, at ein maður er dømdur at rinda 5.000 krónur í dagbótum, rinda tekniska stjóranum hjá Runarvíkar kommunu 25.000 krónur í endurgjaldi og 38.100 krónur fyri advokatútreiðsluar. Tá er gjaldið til hansara egna advokat ikki íroknað. So tí kann upphæddin, sum hann skal gjalda fyri at ósannar ákærur, fara upp um 100.000 krónur.
Málið snýr seg um ærumeiðing. Reiðar F. Joensen, sum var varalimur í Runavíkar býráð, hevur í lesarabrævi, sum m. a. kundi lesast á her á in.fo, skrivað, at Marita S. Hentze, tekniskur leiðari hjá Runavíkar kommunu, hevur logið fyri Løgtingsins Umboðsmanni.
Lesið eisini: Hinumegin sannleikan í Runavíkar kommunu
Hann skrivar millum annað soleiðis: Tekniski leiðarin í Runavíkar kommunu beinleiðis lýgur fyri bæði Løgtingsins Umboðsmanni og Kærunevndini í Lendismálum.
Men, hetta fær ongar avleiðingar!
Hettar merkir tí í stuttum, at okkara diktatoriski borgarstjóri góðkennir viðgerð og avgerðirnar. Harumframt siga býráðslimir, at tekniski leiðarin sigur ósætt fyri teimum.
Marita S. Hentze stevndi Reidar F. Joensen fyri ærumeiðing, og fríggjadagin fall dómur í málinum.
##med2##
Frihedsbrevet greiðir frá: Í Føroya rætti greiddi Reidar F. Joensen frá, at hann hevði bæði lisið greinar hjá Eivind Jacobsen á R7 og tosað við Eivind Jacobsen um málið, sum hann skrivaði um. Áðrenn tað segði Reidar F. Joensen seg ikki kenna so nógv til málið, men hevði Eivind Jacobsen greitt sær frá tí.
Lesið greinina í Frihedsbrevet her: Runavíkar kommuna – Varabýráðslimur dømdur fyri ærumeiðing
Á R7 hevði Eivind Jacobsen eisini skrivað fleiri sera atfinningarsamar greinar um Runavíkar kommunu og Maritu S. Hentze og hevði eitt nú skrivað í einari yvirskrift, at “Runavíkar kommuna sigur ósatt fyri kærunevndum” og at “Tekniski leiðarin átti at fingið fótin” í einari aðrari yvirskrift.
##med3##
Tað var sostatt eitt sera tætt samband millum ákærurnar hjá Eivindi Jacobsen og Reidari F. Joensen. Báðir søgdu, at Runavíkar kommuna segði ósatt fyri kærunevndum, og báðir søgdu meir ella minni beinleiðis, at Marita S. Hentze ikki var skikkað til at sítt yrki.
Men meðan Reidar F. Joensen, sum í stóran mun hevði endurtikið tað, sum Eivind Jacobsen hevði greitt sær frá, nú skal rinda eina dýra rokning, skal Eivind Jacobsen einki rinda.
Greinin hjá Frihedsbrevet kann lesast her