Heilsustýrið skrivar, at málið er, at øll tey írestandi plássini fara til fólk við typu 2-diabetes. Diabetes er nevniliga ein av fýra sjúkubólkum, sum FarGen leggur serligan dent á at granska í, og enn er eitt sindur eftir á mál at fáa 350 luttakarar við diabetes. Endamálið er at fáa eina betri fatan av sjúkuni, at leita eftir møguligum mynstrum í dátunum og at geva eitt íkast til betri viðgerðarmøguleikar í framtíðini við eitt nú persónlagaðum medisini.
Kanningarnar til FarGen fevna um eina blóðroynd, nøkur kropslig mát, máting av blóðtrýsti, eygna- og lungnavirkni. Luttakarar fáa afturboðan um kropsligu mátini, biokemisku kanningarnar so sum vitaminir, kolesterol, blóðsukur o.a. Eingin afturboðan fæst um ílegurnar, sum einans verða brúktar í granskingarhøpi.
Fólk, ið hava hug til at geva sítt íkast, kunnu bíleggja sær tíð til kanning á www.fargen.fo.