Roknskapurin hjá Atlantic Petroleum vísir 92 milliónir í framgongd

Ársúrslitið hjá Atlantic Petroleum fyri 2018 var slakar 24 milliónir krónur. Tað er 92 milliónir krónur frægari enn árið fyri, tá úrslitið var minus 67 milliónir krónur.

Sambært roknskapinum, so var nettosølan í fjør góðar 35 milliónir krónur, meðan hon í 2017 var 0 krónur. Starvsfólkakostnaðurin var bæði í fjør og í 2017 2,5 milliónir krónur. Meðan annar rakstrarkostnaður var 10 milliónir í fjør í mun til 57 milliónir í 2017.

Tað eru nógv tøl, sum hava flutt seg í stóran mun hjá Atlantic Petrolum. Eitt nú er eginpeningurin vaksin úr minus 150 milliónum til pluss 71 milliónir krónur.

Skuldin hjá felagnum er eisini minkað munandi. Frá at vera upp á 214 milliónir í 2017 er hon minkað til 120 milliónir í fjør.

Einastu lønarútreiðslur hjá Atlantic Petroleum eru til leiðsluna. Stjórin hevur fingið 1,56 milliónir krónur, meðan nevndin hevur fingið tilsamans slaka millión.

##med2##

Í formansfrágreðigini sigur Henrik Olesen, nevndarformaður, at ársfrásøgnin hjá Atlantic Petrolum fyri 2017 vísti eitt felag, sum yvirlivdi avbjóðingarnar í eini vinnu í søguligari niðurgongd. Við at taka truplar avgerðir yvirlivdi felagði, men bert ákkurát.

– Væntanir um framtíðina grundaðar á ta vita, sum felagið hevði, var felagið í framhaldandi rakstri, eisini við fíggjarligum stuðli frá Londin Oil and Gas.

– Hóast hetta kastar tað, at Londin Oil and Gas nýliga fór undir umsiting, ein skugga yvir framtíðina. Í hesi ársfrágreðing er hetta bert eitt skýggj í havsbrúnni, í eini sera jaligari ársfrágreiðing fyri virksemi í 2018, skrivar nevndarformaðurin í ársfrágreiðigin. Og hann heldur fram, at í 2018 megnaðu vit at:

– avhenda Blackbird og Ettrick loyvisskyldur, soleðis at felagið er leyst av øllum skyldum viðvíkjandi upprudding.

– bóka eina jaliga broyting í fíggarstøðuni vísandi til omanfyristandandi.

– flyta felagið frá skyldum og munandi kostnaði í Aurora feltinum soleiðis, at ognarar eru lækkaðar til null.

– leingja Badger loyvið fyri at endurmeta og endaliga avhenda luttøku grundað á kostnaður/vandi ikki kundi rættvíserast

– umlagt mannagongdir hjá felagnum í sambandi við grannskoðan av ensku feløgunum og lækka kostnaðin, samstundis við fyrimununum av »nýggjum eygum«.

Hetta vil siga at seinastu avbjóðingarnarí vikrseminum í Norðsjónum nú eru loystar.