Írland fekk ta neyðugu trygdina

Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum eru sinnaðir at bjóða Írlandi løgfrøðiliga bindandi tilsøgn um, at landið kann varðveita ávísan sjálvsavgerðarrætt Tilsøgnin sigur millum annað, at Írland kann varðveita sína strongu fosturtøkulóg, og at landið framhaldandi kann halda seg óheft hernaðarliga, eftir at Lissabon-sáttmálin er komin í gildi.

Írski forsætisráðharrin, Brian Cowen, hevði kravt eina løgfrøðiliga bindandi tilsøgn, tí hon er neyðug, um írar skulu góðkenna Lissabon-sdáttmálan, sum teir vrakaðu á fólkaatkvøðu í fjør.

Hin møguleikin var, at Írland fekk eitt ískoyti í sáttmálan. Men tað vildi bretska stjórnin ikki góðtaka, tí tað hevði noytt Gordon Brown at biðja Parlamentið um góðkenning, og tað er als ikki vist, at hann hevði fingið hana, skrivar Reuters.