- Ringasti dagurin í mínum fótbóltslívi

Tað segði Sir Alex Ferguson eftir 6-1 tapið á heimavølli móti grannunum úr Manchester City. Tapið er tað størsta í søguni hjá Sir Alex Ferguson sum venjara. Manchester City liggur fimm stig fremst í Premier League.

 

- Hetta er ringasti dagurin í mínum fótbóltslívi. Sjálvt ikki sum leikari havi eg tapt so nógv. Eg havi ilt við at trúgva úrslitinum, segði Sir Alex eftir dystin á Old Trafford við BBC.

 

Undan grannauppgerðini hevði Manchester United vunnið teir seinastu 19 heimadystirnar og fyrstu tjúgu minuttirnar bendi lítið á, at gestirnir fóru at fara avstað við einum stórsigri. Mario Balotelli legði Manchester City á odda. Stutt inn í seinna hálvleik fekk Manchester United miðverjin, Johnny Evans, reytt kort fyri at nýta neyðbremsuna móti sama Mario Balotelli. Síðani øktu Mario Balotelli og Sergio Aguero, áðrenn Darren Fletcher minkaði um munin til 3-1. Men við tveimum málum frá innskifta Edin Dzeko og eitt frá David Silva vann Manchester City ein greiðan stórsigur á 6-1.

 

- Reyða kortið varð avgerandi fyri úrslitið. Vit spæla eisini nærmast sjálvmorðsfótbólt og við støðuni 4-1 skuldu vit havt hugsa okkum um og skilt at dysturin var taptur, segði ein vónbrotin Sir Alex.

 

Manchester United hevur fyrr tapt stórt móti kappingarneytum og alíkavæl enda við at vinna Premier Legue tá alt kemur til alt.

 

- Hetta er eitt perfekt úrslit hjá okkum at reisa okkum eftir, tí skommin er stór í skiftingarrúminum og tað fer at hava eina ávirkan, segði Sir Alex at enda.

 

Venjarin hjá Manchester City, italiumaðurin Roberto Mancini, vildi ikki leypa framav og segði seg fegnast um sigurin, men vísti á, at hann bara gevur trý stig sum allir aðrir.