Sagt verður, at fólk langa út við skriftstøðum. Undirtónin í tí er at tey, sum gera tað, hava ongan rætt at taka til einkult skriftstøð, tí at tað er ikki tað, ið skriftin vil siga, sum heild.
Fyrst skal eg vísa á, at Jesus, tá ið Hann varð álopin av djevulinum, vardi seg við stuttum setningum frá skriftini. Hygg t.d. at Matteus 4, vers 1-10.
Jesus talar eisini um at »ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt hevur hent«. Matt. 5,18. Hann sigur eisini hetta: »skriftin vikast ikki«. Jóhannes ev. 10,35.
Men vit eru keypt leys und-an lógini og eru ikki undir lógini longur, so satt sum vit hava tikið ímóti Honum, sum okkara frelsara.
Men hvat sigur so nýggja testamenti um hesi viðurskifti. Er tað nú loyvt hjá tí, sum játtaar Jesus, sum sín frelsara at ikki bara at liva í slíkum syndum, men eisini at forsvara livimátan, sum nakað sum Gud góðtekur. Nei als iki. Tað er eingin ivi um hvat ápostlar Harrans læra um hetta. Tann, sum sigur nakað annað, kennir ikki bíblu sína.
Eg skal enda við nøkrum ómetaliga alvorligum orðum frá Rómbrævinum 1. kap. Har tosar ella skrivar Paulus um menniskju sum, hóast tey kendu Gud ikki ærdu Hann, sum tey áttu og hann sigur hetta: »Gud gav tey upp«. Her vil eg leggja vekt á at eg ikki ynski at skjóta eftir einstaklingum ella at niðurgera nakran. Tað, sum Paulus skrivar um her, er til heildina.
Men eg spyrji meg sjálvan, er Gud við at geva føroyingar upp og vesturheimin sum heild.
Synd hevur altíð verið í Føroyum. Siðloysi hevur altíð verið, men tað, sum nú gongur fyri seg í Føroyum og í Vesturheiminum, hevur ikki verið altíð. Siðloysi hevur tikið yvirhond, her meini eg ikki við eina ávísa synd, enn minni ávís menniskju, men mørkini eru broytt. Hegnini verða laksa niður av peningagjarnum fólki, sum sita og bryggja ósømiligar filmar saman og hetta verður sáða niður í børn og ung, just sum tey eru í ringasta aldri. Og ávøksturin sæst aftur við brotnum hjúnaløgum, lógloysi og frekleika, sum ongastaðni hoyra heima. Okkara egna sjónvarp er ikki undantikið.
(Lesarabrævið er skrivað 6. oktober 2006, men av misgávum bleiv tað burturlagt. Vit biðja orsakað mistakið. Red.)