Reytt kort uttan týdning

Marouane Fellaini varð vístur av vølli í Manchester-brakinum, men City tók ikki av.

Tað var brakið um Manchester og samstundis ein týðandi dystur um tað umráðandi fjórða plássið í Premier League, tá ið Manchester City og Manchester United í kvøld brustu saman á Etihad Stadium.


City var omaná í fyrra hálvleiki, og tíðliga fekk Sergio Aguero eisini ein góðan møguleika, men skotið fór dygst framvið. Tað fór stútarin hjá Ander Herrera eisini beint fyri hálvleikssteðgin, og so var hálvleiksstøðan 0-0.


Aftur í seinna hálvleiki var City omaná, men United helt seg væl til tað verjukenda útgangsstøðið, og City hevði ilt við at spæla seg ígjøgnum. Megnaðu teir tað, so vóru skotroyndirnar alt ov linar til at tær skuldu arga De Gea í United-málinum.


Góðar fimm minuttir fyri leiklok varð Marouane Fellaini hjá United vístur av vølli, tá ið hann fyrst fekk gult fyri fríspark og bara fá sekund aftur gjørdi fríspark og samstundis eisini var í hornatøkum við Sergio Aguero.


Í yvirtíðini hildu tey flestu, at innskifti Gebriel Jesus gjørdist sigursharrin hjá Manchester City, men málið varð kolldømt vegna rangstøðu, og so endaði dysturin 0-0. City verður verandi á fjórða plássi, eitt stig frammanfyri United. Tey bæði hava fimm dystir eftir at spæla.