Reyni Service umbyggjast og nútímansgerast

Mánadagin 7. apríl letur bilasølan hjá Reyni Sevice upp í leigaðum hølum á Hjalla. Hetta verður gjørt meðan arbeiðið við at umbyggja og nútímansgera bygningin í Hoyvík fer fram

Reyni Service í Hoyvík skal nú umbyggjast og nútímansgerast. Eftir at fyritøkan fyrst var í yvir 30 ár í Rættará, og 30 ár eru liðin síðan flutt var til Hoyvíkar, stendur bygningurin hjá Reyni Service, sum fleiri ferðir er víðkaður, umbygdur og dagførdur, nú framman fyri tí størstu útbygging og nútímansgerð, sum nakrantíð hevur verið gjørd har.


Tá arbeiðið verður liðugt, verður bilasølan á tilsamans 440 fermetrum og eykalutagoymslan á 200 fermetrum. Í framsýningarhølunum er í dag pláss fyri 3-4 bilum, og eftir umbyggingina verður pláss til 10-12 bilar. Stóra framsýningarhølið verður partvís í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini verða umsiting og fundarhølir.


Umbyggingin verður gjørd í samráð við Toyota, eftir tí teir nevna »Retail Concept«, og kemur bygningurin at líkjast øðrum Toyota bilasølum úti í heimi við øllum tí sum har til hoyrir. Inni í stóra framsýningarhølinum verður kundamóttøka til innskriving til verkstaðið og avgreiðsla av eykalutum. Har verða eisini stórir sjónvarpsskíggjar og teldur til kundarnar at nýta, eins og playstation til børnini og ein »lounge« til kundarnar at hugna sær við kaffi og bløðum.


Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, sigur, at við tað at umbyggingin verður so umfatandi, hava teir gjørt av at flyta bilasøluna við nýggjum og brúktum bilum niðan í leigaði hølir á Hjalla. Tað er bert bilasølan sum flytur, eykalutagoymslan, mekaniski – og plátuverkstaðurin og TidyCar verða framvegis í Hoyvík. Eftir ætlan verður umbyggingin liðug í heyst.