Ódnin Ike hevur ferðast upp við eysturstrondini av Norður-Amerika. Leivdirnar av ódnini IKE eru ávegis móti Íslandi, tær koma frá New Founlands-leiðini. Fyrrapartin í morgin er lágtrýstmiðdepilin vestur úr Íslandi, í annaðkvøld verður lágtrýstmiðdepilin tætt upp at Vesturlandinum, tað kann føra nógvan vind við sær, bæði í Íslandi og í Føroyum. Í annaðkvøld verður lágtrýstið 980 HPA.










