Steve Wynn skuldi selja tann dýrasta málningin hjá Picasso, men so rendi hann albogan ígjøgnum málningin.
Fyri níggju árum síðani keypti Las Vegas-ríkmaðurin Steve Wynn tann kenda málningin "Dreymurin", sum Picasso málaði í 1932.
Tá rindaði Steve Wynn smáar 300 milliónir krónur fyri málningin, men nú um dagarnar gjørdi hann av at selja hann, tí hann hevði fingið eitt boð upp á heilar 850 milliónir krónur. Hann var so væl nøgdur við boðið, at hann bjóðaði nøkrum vinmonnum at síggja málningin inni á skrivstovu síni í Las Vegas. Men Steve Wynn hevur eina eygnasjúku, so ávirkar sjónina, og hann varnaðist tí ikki, at hann kom ov nær málninginum, so hann rendi annan albogan ígjøgnum løriftið.
Nú hevur keyparin tikið boðið aftur, og Steve Wynn noyðist uttan iva at rinda nógv fyri umvælingina.