Reglugerð skal rudda upp í penga fótbólti

Manchester City og Liverpool deildu í gjár stigini á Anfield, men Manchester City hevur munin á stigatalvuni. Nýggj reglugerð kann tó gera, at Liverpool fær munin í framtíðini, tí Manchester City sleppur ikki longur bara at keypa heimsstjørnur

Altjóða fótbóltssamgongan hev­ur sett sær fyri at rudda upp í fíggjar­liga óskilium í altjóða lið-fótbólti.
Hóast fótbóltur ongantíð hevur umsett fyri so nógvar pengar sum í dag, so veksur samlaða skuldin hjá fótbóltsfeløgunum í Evropa á hvørjum árið. Feløg brúka fleiri pengar enn tey fáa inn fyri at verða kapp­ingarfør og tað kann gerast mønu­stingurin hjá fleiri. Tvey dømi eru ensku Leeds og Portsmouth.
Nýggja reglugerðin, ið hevur fingið heitið; Financial Fair Play (FFP), skal tryggja at øll feløg skulu fylgja nøkrum fíggjarligum reglu­gerð­um, ið skulu tryggja at feløg verða rikin á skilagóðan fíggjar­liga hátt.
FFP inniber millum annað, at feløg ikki kunnu brúka fleiri pengar enn try fáa í inntøkum frá at­gongumerkjasølu, stuðlum og sjónvarps­rættindum. Møguleiki verður ikki í framtíðin hjá rík­monnum at tveita pengar eftir bestu leikarunum og bara strika árliga undirskotið við eini bankaflyting úr egnari bankakonto.
Hetta kemur at gera tilverðuna hjá feløgum sum Chelsea og Man­chester City torførari, meðan feløg við góðum inntøku møguleikum fáa fyrimun.

FFP í stuttum
Reglugerðin kom í gildi til hetta kappingarárið og gevur feløgunum trý ár at fáa javnvág í millum inn­tøkur og útreiðslur. Inntøkurnar fyri atgongumerki, stuðlusavtalur og sjón­varpsrættindini skulu verða líkar høgar sum útreiðslurnar fyri spælarakeyp, lønir og onnur ting í hava við fyrsta liðið at gera.
Útreiðslur fyri leikvøll og ung­dómsarbeiði telja ikki við. Við hes­um vónar UEFA, at feløg fara at leggja meiri fyri fyri at skapa bestu karmarnar og gera íløgur í yngru liðini, heldur enn at brúka pengarnar upp á dýrar leikarar og lønir.
Feløgini kunnu frá 2011 til 2014 hava eitt samlað undirskot upp á áleið 350 milliónir krónur, men tá er krav at eigarin ella eigarnir av felag­num gjalda undirskotið. Er tað ikki møguligt, so kann felagið í mesta lagið hava áleið 40 milliónir krón­ur í undirskot fyri tey komandi trý kappingarárini.
Tey næstu trý árini, frá 2014 til 2017, kann undirskotið í mesta lagi verða 250 milliónir krónur.
Soleiðis ynskir UEFA at feløgini fáa seks ár at innrætta seg til nýggju reglugerðina.
Megna feløgini ikki at fáa javn­vág í, men gongin vísur greitt, at felagið er á rættari leið og arbeiður fyri tí, so kann UEFA geva eitt undan­taksloyvi. UEFA kann eisini geva eitt fyribils undantaksloyvi, um orsøk­in til undirskotið eru dýrir sátt­málar, ið eru gjørdir áðrenn nú­verandi kappingarár.

UEFA lovar at revsa
Ein av stóru spurninginum rundan um FFP er hvørja revsing UEFA fer at geva feløgum, ið ikki fylgja reglu­gerðini, og hvussu fer UEFA at halda skil á fíggjarstøðuni hjá 660 fót­bóltsfeløgum í 53 londum kring Evropa?
UEFA hevur tí skipað ein bólk við átta serfrøðingum við heit­inum; Club Financial Control Panel (CFCP). Hesir skulu tryggja at øll feløgini fylgja reglugerðini. Gera feløgini ikki tað, so verða tey revs­aði. Feløgini kunnu fáa eina ávar­ing, eina bót, missa stig í heimligu kappingini, fáa forboð fyri at keypa leikarar og í ringasta falli verða úti­hýst úr evropskum fótbólti. UEFA kann á fyrsta sinni revsa feløg í kapp­ingarárinum 2014/15.
Spurningurin er so um UEFA eru sinnaðir at tveita nakað av stóru feløgunum úr eitt nú Champions League, sum er ein av høvðus­inn­tøkunum hjá UEFA.

Manchester City, Chelsea og undirskot
Tvey feløg sum í løtuni hava undir­skot eru Manchester City og Chelsea. Manchester City almanna­kunn­gjørdi fyri kortum ein árs­rokni­skap við einum met undir­skotið upp á næstan tvær milliardir krónur. Tað er óhoyrt í fótbólti. Felagið hjá Gunnari Nielsen brúkti tvær milliardir meiri enn tað hevði í inntøku. Orsøkin til at Manchetser City kann hava slíkt forbrúk er, at felagið í Sheik Mansour hevur ein rík­an eigara, sum sjálvur kann strika undirskotið úr egnum lumma.
Chelsea er í somu støðu og hevði í ár ein ársrokniskap í vísti áleið 400 milliónir krónur í undirskotið. Tá russiski ríkmaðurin, Roman Abramovich, í 2003 keypti Chelsea, legði hann fram eina ætlan, ið skuldi tryggja at Chelsea ikki var tengt at hansara pengum í 2008. Tað hevur felagið ikki megnað, men gongdin er tann rætta. Leikvøllurin hjá Chelsea, Stamford Bridge, tekur áleið 42.000 áskoðarar og kann ikki útbyggjast. Felagið kannar í løtuni møguleikar at flyta og byggja ein nýggjan leikvøllin í nær­umhvørvinum. Hetta fyri at økja um inntøku møguleikarnar.

Ivasamar stuðulsavtalur
Manchester City hevur eisini í hug­anum at økja um inntøku møgu­leikarnar. Ein av teimum trim­um inntøku møguleikunum er stuðuls­avtalur. Manchester City gjørdi í summar eina stuðulsavtalu við Etihad, sum hevur eitt virðið á áleið 3,5 milliardir fyri tey komandi tíggju árini.
Etihad er saman við trimum øðrum fyritøkum úr Miðeystri stuðlar hjá Manchester City og hetta hevur fingið fólk at seta spurnar­tekin við stuðulsavtalurnar og sam­bandið millum eigarin, Sheik Mansour úr Abu Dabi, og fyri­tøkurnar úr Miðeystri.
CFCP hevur tí eisini til upp­gávu at tryggja, at virðið á eini stuðulsavtalu samsvarar við virðið á tí sum verður stuðla. Fyrsta upp­gávan verður so at staðfesta um avtalan hjá Eithad við Manchester City samsvarar við marknaðarvirðið á eini slíkari avtalu.

Tey søgusíku
kunnu fáa fyrimun
Arsenal, Liverpool og Manchester United koma ikki at fáa stór­vegis trupulleikar við at verða kapp­ingarfør við nýggju reglugerðini. Arsenal og Manchester United hava lagt fram ársrokniskap við yvirskotið á ávíkavist 600 og 400 milliónir krónur.
Manchester United hevur eitt inntøku grundarlag, sum er størri enn hjá øllum hinum liðnum. Teir høvdu í kappingarárinum 2009/10 eina inntøku upp á næstan tríggjar milliardir, meðan Arsenal hevur áleið 2,3 milliardir í inntøku, men væl minni útreiðslur enn Manchester United.
Arsenal verður rikið á einum burðardyggum grundarlagi og fel­agið kemur ongar trupulleikar at fáa av nýggju reglugerðini. Man­chester United er í somu støðu, men hevur eina risa skuld, ið skal gjald­ast niður. Talan er um eina so­kall­aða sunna skuld, tí felagið er í eini støðu har tað ikki hevur trupulleikar at gjalda móti skuldini, men ársúrslitini kundu verið yvir eina hálva milliard betri pr ár, um felagið ikki var í skuld.

Liverpool
Liverpool var um at fara á heysin orsaka av skuldini, ið gomlu eigarnir høvdu sett felagið í. Fyri einum góð­um ári síðan tóku nýggir eigarar yvir og strikaðu skuldina. Liverpool hevur tó ein stóran trupulleika og tað er at Anfield bara tekur 45.000 áskoðarar og tí hevur felagið eitt væl minni inntøkugrundarlag enn Arsenal og Manchester United.
Tað, sum talar fyri Liverpool er, at felagið við einum nýggjum leik­vølli ikki hevði havt stórvegis trupulleikar við at fylt ein leikvøll við 60.000 ella 70.000 áskoðarum. Felagið hevur tí góðar møguleikar at økja um sítt inntøku grundarlag.
Liverpool og Manchester United hava eisini gjøgnum tíðina saman við Arsenal fingið nógv við­halds­fólk kring heimin og tað er eisini ein fyrimunur fyri tey, ið mun til Chelsea og Manchester City.

Ikki fleiri Fulham, Chelsea og Manchester City
Nýggja reglugerðin kemur vónandi at fáa skil á evropsiskan fótbólt, men í framtíðini verður tað ikki møguligt hjá feløgum at vinna seg fram við einum ríkum eigara, sum stuðlar. Tað fer í framtíðini ikki at verða møguligt hjá feløgum at vinna seg fram sum Fulham, Manchester City og Chelsea hava gjørt.
Hinvegin, so fara vit heldur ikki at síggja feløg skrambla saman sum Leeds og Portsmouth. Feløg mugu nú økja um inntøkurnar um tey skulu økja um útreiðslurnar.
Manchester City skal nú finna ein hátt at økja um inntøkurnar um teir skulu halda fram við at brúka líka nógvar pengar, sum teir gera í løtuni. Liverpool hevur hinvegin eitt størri inntøkugrundarlag, um teir fáa eitt nú nýggjan leikvøll.
Financial Fair Play kann fáa stóran ávirkan á hvussu framtíðin í Premier League og evropskum fót­bólti kemur at síggja út.
Keldir: (Sky Sports, BBC, UEFA)

- - -

Financial Fair Play (FFP):
Feløg kunnu bara brúka tað tey fáa inn í atgongumerkjasløu, stuðulsavtalum og sjón­varps­rættindum
Feløg hava til 2018 at fáa javnvág í inntøkur í mun til útreiðslur
Feløg kunnu í mesta lagi hava eitt samlað undirskot upp á 350 milliónir frá 2011 til 2014
Frá 2014 til 2017 kann samlaða undirskotið ikki verða meir enn 250 milliónir
Feløg kunnu brúka pengar upp á leikvøll, venjingarstøð og ungdómas arbeiði uttan at tað telur við í ársrokniskapinum
Club Financial Control Panel (CFCP) er sett á stóvn fyri at tryggja at øll feløgini fylgja FFP
Feløg kunnu verða revsaði við eina bót, missa stig í heimligu kappingini, fáa forboð fyri at keypa leikarar og í ringasta falli verða útihýst úr evropskum fót­bólti. UEFA kann á fyrsta sinni revsa feløg í kappingarárinum 2014/15.
Eigarar kunnu ikki strika undir­skot úr engnum lumma.

- - -

Arsenal 2009/10:
Inntøkur: 2,3 milliardir krónur
Útreiðslur: 1,6 milliardir krónur
Úrslit = 600 milliónir krónur

Man United 2009/10:
Inntøkur: 2,6 milliardir krónur
Útreiðslur: 2,2 milliardir krónur
Úrslit = 400 milliónir krónur

Chelsea 2009/10:
Inntøkur: 1,8 milliardir krónur
Útreiðslur: 2,2 milliardir krónur
Úrslit = - 400 milliónir krónur

Man City 2009/10:
Inntøkur: 1,3 milliardir krónur
Útreiðslur: 3 milliardir krónur
Úrslit = - 1,7 milliardir krónur