Rapid økti um metið

Í Eysturríki er Rapid Wien stórfelagið yvir øllum. Og um vikuskiftið løgdu teir enn meira afturat imponerandi steypaskápinum. Við at vinna 3-0 á Altach er Rapid nevnliga fýra stig á odda undan seinasta leikumfarinum, og so er fyrsta gullið síðani 2005 veruleiki. Samanlagt er talan um 32. gullmerki hjá Rapid Wien, og teimum hagtølunum er einki annað felag í nær námind at røkka.