Maðurin, sum hevur verið ovast á tíðindabredanum í øllum Bretlandi seinastu dagarnar, skeyt seg í nátt, eftir at hann hevði verið umgyrdur av alvápnaðum og vælmannaðum løgregluliði í seks tímar. Løgreglan hevði jagstrað 37 ára gamla, Raoul Moat, í fleiri dagar. Hósdagin 1. juli varð hann leyslatin úr fongsli eftir at hava sitið 18 vikur fyri harðskap.
Men starvsfólk í fongslinum ávaraði løgregluna um, at Moat hevði hótt við at beina fyri fyrrverandi unnustu síni.
Og leygardagin 3. juli skeyt hann bæði hana og nýggja unnusta hennara. Hon er illa særd, men hann doyði.
Síðani tá hevur løgreglan jagstrað hann av øllum alvi, men sunnudagin, 4. juli, setti hann eina byrsu inn ígjøgnum rútin á einum bili, mitt í eini rundkoyring, og skeyt ein løgreglumann í andliti, tí hann tvíhelt um, at løgreglumaðurin hevði fríggjað við fyrrverandi unnustuni. Væntandi er tó, at løgreglumaðurin fer at koma fyri seg aftur.
Raoul Moat kallaði seg sjálvan ein ?svakan drápsmann? og hann lýsti kríggj ímóti løgregluni.
Hann hevur verið ovast á tíðindabreddanum alla tíðina, men hann hótti eisini við, at hvørja ferð, ein skeivur upplýsingur um hann kom fram, fór hann at skjóta eitt tilvildarligt fólk.
Men í gjárkvøldið eydnaðist at avbyrgja hann og í seks tímar royndi løgreglan at tosa hann til rættis ímeðan hann alla tíðina sat við eini avsagaðari høglbyrsu ímóti høvdinum.
Og beint eftir klokkan eitt gjørdi hann álvara av sínum hóttanum og skeyt seg.
Moat var annars vælkendur av løgregluni og hóast hann hevði verið tikin fleiri ferðir, var hann dómurin, hann nú sat, hansara fyrsti fongulsdómur.
Fyri fimm árum síðani varð hann handtikin fyri at hava ólóglig skotvápn og eitt japansk samurai-svørð, men hann varð fríkendur.