Ragnvaldur fekk einki heiðursmerki

Men gjørdist í staðin nummar fýra og fimm. Kortini fegnast ferðaleiðarin Halla W. Reinert um luttøkuna í Global Games, har tey hava lært ótrúliga nógv

Fríggjadagin gjørdist Ragnvaldur Jensen nummar fimm, tá hann svam finaluna í 50 metur frí. Hóast tað ikki gjørdist talan um heiðursmerki, so svam Ragnvaldur Jensen til sína bestu tíð. Tískil kunnu tey ikki vera annað enn væl nøgd við úrslitið.

Leygardagin svam Ragnvaldur Jensen 100 metur bringu og har gjørdist hann nummar átta, men eisini her kundi hann valla svomið betur.

– Úrslitini hava verið á heilt góðari leið, hóast talan ikki gjørdist um heiðursmerki, sigur Halla W. Reinert, sum er ferðaleiðari á túrinum í Kekkia, har Global Games 2009 varð hildið.


Lærurík kapping

Ragnvaldur Jensen luttók í síni seinastu kapping leygardagin, meðan Kristian Martin Garðalíð var liðugur mikudagin, og sjálvt Global Games 2009 endaði í gjár.

– Hetta hevur verið ein heilt ótrúliga góð kapping fyri okkum, har vit hava lært ógvuliga nógv, sigur Halla W. Reinert umvegis telefonina úr Kekkia. Hon greiðir frá, at tey hava brúkt nógva tíð at tosa við aðrar venjarar, um hvussu føroysku íðkararnir kunnu lyfta sítt støði, og harvið fáa betri úrslit.

– Vit hava fingið nógv góð ráð og hugskot um, hvat vit kunnu arbeiða við, fortelur Halla W. Reinert, sum saman við restini av føroyska ferðalagnum í Kekkia byrjaði heimferð sína í dag.