Ræstur fiskur í fati
til 4 fólk
Tilfar:
2 ræstir fiskar
1 spísiskeið av olju
1 hvítleyksbát
2 leykir
1 piparfrukt
1 blikk av flustum tomatum
100 gr av rivnum osti
pipar og salt
Skrallað fiskin, sker hann sundur og kóka hann í 10 minuttir. Sker fiskin sundur í minni stykki og legg hann í eitt eldfast fat.
Hakka leyk og hvítleyk smátt. Sker piparfruktina í terningar. Brúnka grønmetið í oljuni og lat flustar tomatir útí og smakkað til við pipari og salti. Stroyð rivnan ost omanyvir og koyr inn í ovnin í uml. 10 min. Ovnurin skal verða uml 200 gradir. Borðreið við rís ella pasta og rákosti.
Uppskrift: Birita Michelsen