Róðrarfólk trinu dansin á Grønhólmi

(Regatta 2016 - Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr stemningsreportasjuna hjá Vilmundi D. Jacobsen frá Grønhólmi, sum eigur sín serliga leiklut á Regatta

Lítli hólmurin sunnanfyri brúnna við Streymin, Grønhólmur spælir sín leiklut á Regatta. 

 

Seinastu árini er tað blivin ein fastur siður, at róðrarbátarnir, og aðrir bátar við leggja at við Grønhólm, og fólk fara á land og trína dansin á Grønhólmi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá Vilmund D. Jacobsen, reportari hjá Rás2 á fyrsta sinni steig fótin í land á Grønhólmi, har Vilmund D. Jacobsen fekk orðið á Poul Hansen og Johannes Jensen, sum hevur tikið hesa forkunnugu myndina. Vilmund Jacobsen prátaði eisini við Gunnbjørn Joensen úr Hósvík.