Órøktað hús til ampa fyri bjargingarfelag

Leygardagin mátti Suðuroyar Norðara Bjargingarfelagið út at tryggja eini tóm hús, tí vandi var fyri, at húsini fórust í vindinum og fóru at gera skaða á onnur hús.

Húsini hava staðið tóm í nógv ár og eru fallin í órøkt, og fleiri ferðir áður hevur bjargingarfelagið verið úti og tikið sær av húsunum, tá illveður hevur verið.

 

Tað er ein óneyðug byrða hjá bjargingarfelagnum at taka sær av húsum í órøkt, og trupulleikin verður verri í framtíðini, tí fleiri hús í økinum eru við at fella í órøkt, heldur Claus Olsen, formaður í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.

 

- Hetta verður bara verri, tí vit síggja, hvussu nógv hús eru í órøkt, og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit verða noyddir at fara at taka okkum av fleiri húsum, sigur Claus Olsen.

- Og onkuntíð kemur tað rættiliga illa við hjá okkum, tí vit skulu út at tryggja hesi húsini, meðan vit hava aðrar átroðkandi uppgávur at avgreiða.

 

Hóast eigararnir av húsunum sjálvir skuldu tikið sær av at tryggja húsini, soleiðis at tey ikki eru til ampa fyri onnur, so endar tað við, at tað verður uppgávan hjá bjargingarfelagnum.

- Í síðsta enda eru tað vit, sum eiga ábyrgdina. Tað skuldi ikki verið okkara ábyrgd, men tað verður tað so. Tá tað stendur á, kunnu vit ikki siga nei til at fara út at tryggja húsini, sigur Claus Olsen.

 

- Tað frægasta hevði verið, um kommunan fór og tók tílík hús niður og sendi rokningina til eigaran, sigur Claus Olsen, sum tó ásannar, at tað er kanska ikki heilt vandaleyst, at kommunan fer út at taka hús niður.

Suðuroyar norðara bjargingarfelag hevur umhugsað at fara undir at senda rokningar til teirra, hvørs hús bjargingarfelagið ferð eftir ferð skal út at ansa eftir, men framvegis er ikki gjørt nakað burtur úr tí hugskotinum.