Rækjur MSC-góðkenning

Tað tykist undarligt, at onnur lond hava sínar MSC-góðkenningar, tá føroysk fiskiveiða at kalla ongar umhvørvisgóðkenningar hevur. Rækjur úr Barentshavinum hava nú fingið sína umhvørvisgóðkenning.

Tað er MSC (Marine Stewardship Council) , sum hevur góðkent rækjur úr Barentshavinum.

Norska Fiskeribladet Fiskaren skrivar, at við góðkenningini av rækjuveiðini í Barentshavinum hevur øll týðandi veiða í norskum sjógvi fingið sína umhvørvisgóðkenning.

Sagt verður, at høvuðsmarknaðirnir fyri frystum rækjum eru Svøríki, Stórabretland, Finland og Noreg.

Tað kann tykjast eitt sindur undarligt við slíkum góðkenningum, eitt nú í spurninginum um makrelveiði.

Meðan Noreg og ES tilræna sær 90% av heildarkvotuni av makreli í Norðuratlantshavi, hevur makrelveiðan hjá hesum londum sína umhvørvisgóðkenning, meðan Føroyar og Ísland, sum eftir ætlan bara skulu fiska 10% tilsamans av heildarkvotuni, onga góðkenning hava fyri sín part av veiðini.

Fyri eini tíð síðan fekk Felagið Nótaskip veiðina eftir norðhavssild MSC góðkenda.