Í dag, leygardagin 19. juni, verður árliga ríðistevnan hjá Vága Ríðingafelag hildin Niðri við Vatn.
Byrjað verður kl. 15 við kappríðing uppi á kappríðingarbreytini, har kappast verður í trav, tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvíspor 1. flokkur.
Kl. 16.30 ella eftir kappríðingina verður tøltkapping niðri á Ringbreytini. Aftan á finaluna verður ponyríðing.
Pylsuvognur letur upp kl. 16.30 - felagssangur við undirspæli byrjar kl. 22.00.
Dansur byrjar kl. 23.30 har »Villlmenn« spæla, og er kostnaðurin 80 kr.