Tíðindaskriv
Nú byrja fyrireikingarnar til komandi kappingarár innan kappróður av
álvara. Leygardag klokkan 13 verður rógvarafundur í neystinum hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag.
Greitt verður frá ætlanum felagsins fyri kappingarárið 2005,
sponsoravtalum og øðrum viðurskiftum við. Felagið stendur í vøkstri, og hevur fingið nógvar limir afturat seinasta hálva árið. Hetta kemst serliga av góðu umstøðunum at venja
innandura. Eisini hevur felagið tikið upp samstarv við rennifelagið Treysti, sum
gevur góðar møguleikar.
Ein av trupulleikunum hjá felagnum, sum hava stungið seg upp seinasta
árið, er útfyllingin við Sandin. Men hesin trupulleikin varð loystur
herfyri á fundi millum nevndina hjá felagnum og Klaksvíkar kommunu. Avtalað
varð, at kommunan skal lata ein drátt gera yvir móti Biskopstø. Tann drátturin
skal eftir ætlan vera klárur í hesum mánaðinum. Tað fegnast nevndin í
felagnum um, tí nú felagið stendur í vøkstri, er tað sera umráðandi, at
umstøðurnar kunnu vera so góðar sum til ber.
Bátarnir hjá Klaksvíkar Róðrarfelag eru fimm í tali ? umframt gomlu
Fípuna Føgru, sum í dag eitur Snípan og mest verður nýtt til at læra fólk
upp við.
Teir fimm bátarnir geva pláss fyri átta manningum til FM róðrarar,
sum eru sjey í tali. Hvussu er statt við manningunum er eisini ætlanin at fáa
upp á pláss á fundinum leygardagin. Tískil eru øll, sum hava áhuga fyri
kappróðri, vælkomin á fund leygardagin.
Fleiri bátar skulu mannast
Seinastu árini hava bæði barnamanningar og old girls manningar eisini
verið ein fastur partur av Klaksvíkar Róðrarfelag. Soleiðis kann eisini
verða aftur í ár. Tann eina old girls manningin hevur nú nøkur ár á baki,
og verðatær helst aftur á síggja í felagnum komandi kappingarár.
Barnamanningarnar kunnu vera fýra í tali. Tvær gentu og dreingjamanningar, sum koma at rógva við ávíkavist Fípuni Føgru og Teklu, sum bæði eru fimm mannafør.
Tað eru manningar, sum hava víst dreingja- og genturóðrinum í FM
kappingini áhuga, men tað er onki til hindurs fyri, at onnur áhugað ikki kunnu
koma upp á tal, tí enn eru allar manningarnar ikki endaliga komnar upp á
pláss. Páll Fangi við kvinnum er um at vera mannaður, meðan tað kanska er
heldur óvist við monnunum. Nevið Reyða manglar framvegis fólk og
Klaksvíkingur er ikki mannaður.
Sum sagt, hevur tú hug at rógva í summar, er tað at møta í
róðrarneystinum leygardagin klokkan 13.00