Geraldine Ferraro leyp framav, tá hon segði, at Barrack Obama eigur at takka sínum húðaliti fyri, at hann hevur fingið so góða undirtøku Geraldine Ferraro, sum hevur verið varaforsetaevni hjá demokratunum og seinastu tíðina ráðgevi hjá Hillary Clinton, hevur nú mist ráðgevastarvið.
Tað vakti stóran ans, tá Geraldine Ferraro í síðstu viku segði, at Barrack Obama eigur at takka sínum húðaliti fyri ta stóru undirtøku, hann hevur fingið á uppstillingarvalunum.
-Var hann hvítur, hevði hann ongantíð verið komin so langt, segði hon.
Orðini fingu øði í Barrack Obama og hansara stuðlar, og nú er Geraldine Ferraro ikki ráðgevi hjá Hillary Clinton longur, skrivar Washington Post.