Ferðsla
Beint fyri klokkan 01 týsnáttina fór ein lastbilur niðan av vegnum nakað norðanfyri Statoil-støðina í Skálafirði. Annað av forhjólunum á bilinum, sum var á veg út á Skálafjørðin, punkteraði. Førarin misti tamarhaldið, og bilurin endaði í veitini á ovaru síðu á vegnum.
Løgreglan í Runavík sigur einki benda á, at førarin hevði ov nógva ferð, tá ið bilurin punkteraði. Heldur ikki var talan um, at førarin var ávirkaður.
- Tíbetur var lítil ferðsla, tá ið hendingin fór fram, sigur løgreglan.
Eyðvitað kundi størri skaði verið hendur, um hetta var í ringastu ferðslu, tí lastbilurin fór niðan av vegnum í skeivari síðu á vegnum. Fór hann omanav í egnari síðu, hevði fallið hinvegin verið størri, tí hægri er omanav enn niðan av vegnum.
Førarin var einsamallur í bilinum. Eftir óhappið, føldi hann sær mein í rygginum, men tíbetur vístu kanningarnar á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum, at maðurin ikki hevði fingið álvarsligan skaða.
Ábyrgdartryggjaður
Løgreglan í Runavík sigur, at kranabilar hjá OCD, sum eisini eigur lastbilin, sum fór út av, royndu at fáa bilin uppaftur úr veitini fyrrapartin týsdagin.
Áðrenn myndamaður blaðsins var á staðnum týsmorgunin, høvdu teir fingið bilin uppaftur á rættkjøl. Annars lá hann so nógv á síðuni, at tað sást undir botnin á honum.
Løgreglan veit at siga, at 27 ára gamli lastbilurin hjá OCD, sum sá út til at hava fingið fleiri snuddir, bert var ábyrgdartryggjaður.