Prestahjún til Tanzania

Í august mánaði í ár fara Anne Lena og Peter O. K. Olofson til Tanzania, har bæði skulu undirvísa. Hann komandi prestum og hon komandi prestafrúum. Tey hava bundið seg til tilsamans fýra ár í Tanzania, og bæði vænta tey, at tá leiðin gongur heimaftur, verður tað aftur til Føroyar

Klaksvík:
Anne Lena og Peter O. K. Olofson hava búð í Føroyum í 15 ár. Harav tey fýra í Klaksvík. Teimum hava dámt sera væl í Føroyum, og tey síggja tað sum teirra heimland í dag. Men útlongsilshugurin hjá teimum báðum er farin at gera um seg, og í august mánaði gongur leiðin hjá teimum til Tanzania at undirvísa. Tað er Lutherska Missionsfelagið í Danmark saman við Kirkjuliga Missiónsfelagnum í Føroyum, sum stendur aftan fyri hesum.
Anne Lena sigur, at tá ein hevur rundað tey fimti árini, tá er ein farin um eitt knapt sving í lívinum.
? Um ein hevur nakrar dreymar ella ynski um at gera eitt ella annað, so skal tað vera nú, tá ein er komin í mín aldur, sigur hon.
Og heldur fram, at tað ræður um at liva sítt lív og fullføra dreymarnar í staðin fyri at enda við at sita gamal og pensjoneraður og angra alt tað, sum ein ikki fekk gjørt.
Tey bæði eiga trý vaksin børn, so tað ger tað enn lættari hjá teimum at flyta í eitt longri tíðarskeið. Báðir synirnir eru so mikið vaksnir, at teir skulu giftast í summar, so tað verður eitt tað seinasta Olofson ger, áðrenn leiðin gongur til Tanzania.
So eiga tey eina 16 ára gamla dóttir, sum ikki er sinnað at koma við teimum. Hon verður verandi í Føroyum og fer at taka 10. flokk í Ósáskúlanum.
? Hon er niðri á eftirskúla nú, men hjá henni er ikki talan um at fara nakra aðrastaðni enn aftur til Klaksvíkar í fyrstu atløgu, so ein familja hevur boðið sær til, at hon kann búgva hjá teimum, meðan vit eru burtur, og tað er hon hjartansfegin um, greiðir Anne Lene frá.
Bæði siga tey tó, at tað er lítil og ongin ivi um, at tá tey skulu heimaftur, so koma tey aftur til Føroya.
? Vit lata øll okkara ting standa her í øllum førum, siga tey.

Læra swahili
Prestahjúnini fara úr Føroyum tann 8. august, og tá gongur leiðin til Tanzania. Tey skulu fyrst á ein málskúla, har tey skulu læra swahili, sum er annað málið, ið verður undirvíst á. Málskúlin byrjar í juli, men tey bæði fara ikki úr Føroyum fyrr enn fyrst í august. Tá fara tey so beint á málskúlan, har tey verða til einaferð í november. Síðani gongur leiðin til hendan prestaskúlan, har bæði skulu undirvísa tey komandi trý árini ella so.
At læra swahili er sum skilst ikki so øgiliga torført. Tey bæði hava fingið ta fatan frá øðrum, tey hava tosað við, at tað er ikki so ringt.
Prestur sigur, at hann hevur tosað við ein prest, sum hevur arbeitt har. Hesin presturin prædikaði á swahili hvønn sunnudag, men hann brúkti mest sum alla vikuna til at skriva prædikuna í fyrstuni. Inntil hann hevði vant seg við málið.
Tríggjar ymiskar útbúgvingar eru at fáa á prestaskúlanum, har tey skulu undirvísa. Eitt er fyri prestakonurnar, og so eru tvey til prestarnar. Eitt skeið er trý ár, og har verður undirvíst á swahili, meðan hitt varar í fýra ár, og har verður undirvíst á enskum. Hetta seinna skeiðið svarar til tann fyrra partin av útbúgvingini, sum vit kenna hana úr til dømis Danmark. Tað vil siga tað sama sum ein bachelorútbúgving.

Sunn kirkja
Prestur er sannførdur um at tað er ein stór avbjóðing hjá teimum báðum at fara so langt, men samstundis er hann ikki í iva um, at tað er nakað, sum tey við gleði taka av.
? Onkuntíð skal ein seta sær sjálvum tann spurningin, hvat ein í veruleikanum vil. Hvat eins eginleikar kunnu nýtast til og so framvegis. Og tá teimum tørvar fólk at undirvísa teirra prestum í Tanzania, so er tað okkara uppgáva at taka av einum slíkum kalli, sigur hann.
Hann tosar eitt sindur um trúðarbýti í afrikanska landinum. Har er ein triðingur av fólkaslagnum kristin. Og hóast har eru fleiri trúargreinir, so heldur prestur, at um ein hyggur at kirkjuni har, so er hon upp á nógvar mátar ein sunnari kirkja enn í vesturheiminum.
? Nógvar kirkjur í vesturheiminum eru í upploysing, tá hugsað verður um læru og etikk. Serliga við tí seinasta nýggja, at nú skulu tær góðtaka at víga samkynd. Afrikanskar kirkjur eru sera trúfastar móti Bíbliuni, og haldi eg, at okkara kirkjur her um leiðir kunnu koma at hava tørv á hjálp frá teimum afrikansku kristnu kirkjunum. Og møguliga kundu tær beint okkum inn aftur á kósina, sum vísir hvat ein kristin kirkja er, sigur Peter O. K. Olofson.
Og hann heldur fram, at hann bert hevur alt gott at bera teimum, sum til dømis arbeiða í fiskivinnuni ella líknandi.
? Tað er eisini ein tænasta fyri Gudi, men tað er eitt privilegium fyri okkum at kunna vera við til at útbúgva komandi prestar og prestafrúur, sigur hann.
Tey bæði eru eisini samd um, at tað er ótrúliga gott og mennandi fyri báðar partar, at eisini prestafrúurnar verða útbúnar á sama staði sum prestarnir.
? Tað at vera prestur fevnir jú ikki bert um ein sjálvan. Tað fevnir um alla familjuna, sigur Peter.
Anne Lene væntar, at hon fer eisini at undirvísa komandi prestafrúunum í trúarlæru, etikki og Bíbliu tulking og eitt nú sunnudagsskúlaarbeiði. Og bara hvussu tað er at vera prestafrúa. Nakað, sum hon má sigast at hava drúgvar royndir í eftirhondini.

Millum afrikanarar
Tá tosið fellur inn á, hvat tey vænta, tá tey eru komin har, er eitt tað fyrsta, sum tey nevna, at tey koma at verða millum afrikanska fólkið.
? Vit verða tey einastu donsku har, so eg trúgvi, at vit fara at koma nógv saman við fólkinum har, sigur Anne Lene. Og bæði halda tey, at tað er ein fyrimunur, at tað ikki er ein sokallað skandinavisk koloni, har øll norðurlendsk so uttan iva høvdu hildið saman.
? Tað verður uttan iva spennandi. Og tað er meiri læruríkt at læra afrikanska fólkið at kenna, teirra mentan og siðir enn at halda saman við skandinavum, eru tey á einum máli um.
Hjúnini vænta at læra nógv av ferðini ? eisini um tey sjálvi. Anne Lena sigur, at tá ein hevur verið miðnámsskúlalærari í 15 ár, tá er kanska tíð uppá at leita eftir nýggjum avbjóðingum.
? Ikki tí, eg elski mítt arbeiði, lat ongan iva vera um tað. Men um ein heldur áfram at krúpa í tí sama, so kann tað verða so skjótt, at ein verður ein keðiligur lærari, heldur hon smílandi fyri.
Tey vita so eisini um eitt annað føroyskt par, sum eisini er í Tanzania. Heri og Malan Kjærbo eru norðarlagari í landinum, vita tey at siga frá.
? Tað er eisini Lutherska Missiónskirkjan, sum hevur sent tey út, greiða tey frá.

Arbeiða svart
Olofson hevur fingist við eitt sindur av hvørjum, síðani hann fór úr sínum prestastarvi í Fuglafirði fyri fýra árum síðani. Hann hevur verið til skips, bæði í Flemish Cap
Men nú fer hann saman við konu síni at víðka sjónarringin enn meira við at fara til Tanzania at undirvísa komandi prestum.
Olofson greiðir skemtandi frá, at ein av teimum, sum hann hevur arbeitt saman við í fiskivinnuni á landi, kom til hansara ein dagin og segði, at hann hevði hoyrt, at prestur skal arbeiða svart nú.
Flennandi sigur Olofson, at strangt tikið hevur maðurin grein í síni útsøgn.
? Vit fara til eitt ókunnugt land at arbeiða, og óivað fara vit at seta okkum inn í eina nýggja mentan og nýggjar siðir, so á ein ella annan hátt er hatta ikki so langt við síðuna av, siga tey bæði Anne Lena og Peter O. K. Olofson.