Politiið kannar lyktir og dekk

Nú veturin stendur fyri durum, verður skipað fyri einum serligum átaki fyri at fáa bilarnar vetrarklárar.

Hesa vikuna og komandi viku við ger politiið serliga nógv burturúr at kanna bilar úti um landið. Samstundis skipar Ferðslutrygd fyri upplýsing í fjølmiðlum, har heitt verður á bilførarar at kanna eftir, um ljósini á bilunum eru í lagi. Eisini verður heitt á bilførarar um at hava góð dekk og tey røttu dekkini í mun til árstíðina.