Hesi eru í uppskoti sum ársins bólkur ella einstaklingur 2010. Tú kanst ávirka úrslitið við at atkvøða fyri tínum favoritti. Ársins einstaklingur/bólkur
The Dreams
Føroyski rockbólkurin buldrar fram uttanlands, og nú hava teir av álvara vunnið seg seg inn á týska marknaðin. Í heyst hava teir havt nógvar framførslur kring Týskland, og sangir hjá teimum eru givnir út har. Í Danmark eru teir framvegis eitt populert navn, og onnur lond vísa áhuga fyri føroyska rockbólkinum.
Atkvøð fyri The Dreams: Send ?pla bl1? til 1906
ORKA
Nýskapandi og sermerktur bólkur, sum fær tey undarligastu ljóðførini at rigga í sínum egna samanhangi. ORKA osar av orku, teir duga framúr væl at framføra live, og tað hava teir víst bæði heima og burturi. Alt botnar í frálíkum tónleiki, sum teir sjálvir smíða.
Atkvøð fyri ORKA: Send ?pla bl2? til 1906
Páll Finnur Páll
Tað slepst ikki undan Páll Finnur Páll í føroyskum tónleiki í løtuni. Bólkurin við teimum mongu kendu sangunum hevur seinastu tvey árini av álvara sligið sítt navn fast í føroyskum tónleiki, og í ár hava teir serliga brillierað við fantastiskum live-framførslum.
Atkvøð fyri Páll Finnur Páll: Send ?pla bl3? til 1906
Týr
Í fleiri ár hava tónleikararnir í Týr ferðast kring alt Europa ? og aðrastaðni eisini ? við sínum mergjaða rocktónleiki. Týr selir eisini fløgur, sum eingin annar føroyskur bólkur uttanlands, og teir hava veruliga víst føroyingum, hvussu tað ber til at gera originalan rocktónleik við festi í føroyskari mentan.
Atkvøð fyri Týr: Send ?pla bl4? til 1906
Hanus G. Johansen
Í ár rundaði Hanus G. Johansen 60 ár, og hetta er samstundis árið, har hann gav tvær fløgur út. Hanus er í stórformi á nýggju fløgunum, og á konsertum hevur hann eisini víst, at hann er betri enn nakrantíð áður. Ein verulig legenda í føroyskum tónleiki, sum framvegis imponerar við útgávum og framførslum.
Atkvøð fyri Hanus: Send ?pla bl5? til 1906