Ein av heimsins bestu miðvallarleikarum í fótbólti tey seinastu árini hevur verið tann nú 36 ára gamli Andrea Pirlo, ið seinastu fýra árini hevur umboðað Juventus. Nú er greitt, at leikarin fer nýggjar leiðir.
Heimasíðan hjá Juventus hevur nevniliga kunngjørt, at tað verður í amerikanska New York City FC, at miðvallarleikarin skal gera um seg. Tískil bleiv Champions League-finalan ímóti Barcelona síðsti dysturin hjá Pirlo í Juventus-troyggjuni.
Andrea Pirlo verður ikki einasta vælkenda, evropeiska fótbóltsstjørnan, ið fer at royna seg hjá New York City FC. Enski Frank Lampard og spanski David Villa fara eisini at spæla við amerikanska felagnum framyvir.