Pietá á Pall

Gríma fer tann 25. juli á pall við kendum leiki Ria vaknar tíðliga ein morgun á einum hotell-kamari. Hon hevur dundrandi timburmenn.

Ein fremmandur yngri maður liggur við hennar lið. Hvør er hann? Hvussu er hann komin upp í hennara song?

Ria, sum er ein tilkomin kvinna, hevur í langa tíð liva lívið við fullari ferð. Arbeiðslív og privatlív eru við at sindrast ? lygnir, sjálvsbedrag, smáar skandalir mynda í dag gerandisdagin hjá Riu.

Hví ikki bara flýggja undan heilt? Hví ikki bara bílleggja sær eina vínfløsku frá morgunstundini?

Og ímynda sær lívið sum tað kundi verið? Kanska saman við hesum fremmanda manni?

 

Pietá, sum er heitið á leikinum, er eitt italskt orð, sum vísir á hugtøkini sorgarvísa, miskunn, guðsótta, og bøn um náði.

Pietá er somuleiðis ein listarlig ímynd, oftast ein standmynd, av Mariu Moy syrgjandi við krossfesta Jesus í føvninginum. Ein tann kendasta Pietá myndin er marmorstandmynd eftir Michelangelo í Pæturskirkjuni í Rom.