Demokraturin Pete Buttigieg vinnur sera tepurt á Bernie Sanders senatori í stríðnum um, hvønn veljararnir í Iowa halda skal vera forsetavalevni hjá Demokratunum á valinum í november.
Tað er greitt, eftir at allar atkvøðurnar eru taldar eftir veljarafundirnar mánadagin í amerikanska statinum.
Hesum boðar Demokratiski Flokkurin í Iowa frá, skrivart tíðindastovan Reuters í nátt okkara tíð.
38 ára gamli Pete Buttigieg, sum er fyrrverandi borgarstjóri í South Bend, Indiana, hevur fingið 26,2 prosent stuðul frá veljarunum.
78 ára gamli Bernie Sanders hevur fingið 26,1 prosent.
Sambært The New York Times er munurin minni enn ein tíggjundapartur av einum prosentstigi.
Úrslitið er so javnt, at millum annað tíðindastovan AP hevur valt ikki at kjósa ein vinnara.
– Tað eru fantastisk tíðindi, sigur Buttigieg um tíðindini um endaliga úrslitið á einum veljarafundi í Manchester, New Hampshire, sum verður sent beinleiðis á CNN.
– Fyrst og fremst vil eg siga, at Berni Sanders, senatorur, eisini hevði eitt fantastiskt valkvøld, og at ynski honum og stuðlum hansara tillukku.
Endaliga úrslitið frá veljarafundunum í Iowa hevur bíðað leingi.
Tá tað var greitt, at Buttigieg hevði lagt seg á odda í Iowa, segði hann sigurin koma óvart á.
Endaliga úrslitið er sambært Demokratiska flokkinum í Iowa vorðið seinkað vegna tøkniligar trupulleikar við eini app.
Tom Perez, sum er formaður í landsfelagsskapinum hjá Demokratiska flokkinum, DNC, hevur sagtr, at hann vil hava at úrslitini í Iowa skulu teljast einaferð afturat. Tað skrivaði hann á Twitter í gjár.
Sjálvt um Perez er formaður í landfelagnum hjá flokkinum, eru tað lokalu flokkarnir í statinum sjálvir, sum gera av, hvat tey gera. Tað skrivar amerikanski vinnumiðilin Bloomberg.
Floksdeildin í Iowa hevur víst aftur, at tey ætla at telja atkvøðurnar enn einaferð – uttan so at eitt ella fleiri av velevnunum ynskja tað.
Hini demokratisku valevnini hava til klokkan 18 okkara tíð at seta fram ynski um, at atkvøðurnar verða taldar umaftur.
Áðrenn endaliga úrslitið varð almannakunngjørt, vísti Bernie Sanders aftur á CNN, at hann fer at kreva umteljing í Iowa. Eg haldi, at vit skulu fara víðari og hugsa um New Hamshire, segði hann og sipaði til næsta undanvalið, sum verður týsdagin.
– Eg haldi, at Buttigieg og eg í síðsta enda fara at fáa sama tal av valmonnum, legði hann afturat.
Staturin Iowa, sum er tann fyrst staturin í røðini av undanvalum, er ein av teimum fáu statunum, sum ikki hava beinleiðis undanval, men sum hava valfundir.
Eftir at tey møttu hava upplýst, hvønn tey vilja hava til valevni á teimum ymsu valstøðunum, skal tað umroknast til valmenn, sum í summar skulu atkvøða og gera av, hvør verður endaliga forsetavalevni hjá Demokratiska flokkinum.
/ritzau/