PET: Øktur vandi fyri njósning í Føroyum

Russland og Kina hava alt størri áhuga fyri føroyskum viðurskiftum

Áhugin hjá stórveldunum fyri Norðuratlantshavinum og Arktis hevur við sær, at størri vandi er fyri kinesiskari og russiskari njósning í Føroyum.

 

Tað heldur danska fregnartænastan PET, sum fyri fyrstu ferð hevur útgivið eina meting av vandanum fyri fremmandari njósning í ríkisfelagsskapinum.

 

– Kina, Russland, USA og fleiri europeisk lond hava alt størri geostrategiskan, trygdarpolitiskan og búskaparligan áhuga í Arktis og norðuratlantiska økinum. Nøkur av hesum londum kappast um eitt nú um atgongd til tilfeingi, siglingarleiðir, gransking og støð av hernaðarligum týdningi. Føroyar og Grønland liggja á strategiskum støðum hjá skipum, kavbátum og flogførum, sum ferðast milum Aktis og Norðuratlantshavið, sigur PET.

 

Við hesum í huga heldur PET, at ein økt hóttan er frá kinesiskum og russiskum fregnartænastuvirksemi, serliga sum ávirkan og njósning, sum kann vera sum telduálop móti ávísum donskum, føroyskum og grønlendskum myndugleikum, ábyrgdarfólkum, fyritøkum og granskingarstovnum.

 

PET heldur, at Kina og Russland eru áhugað í at fáa fatur á upplýsingar um hernaðarlig, politisk og búskaparlig mál, ríkisfelagsskapin og støðutakan hjá einstøku pørtum í altjóða málum av hernaðarligum, politiskum ella búskaparligum týdningi.

 

– Harafturat hava Kina og Russland áhuga í at gera støðuna hjá USA og vesturheiminum truplari í Føroyum og í Grønlandi. Ríkisfelagsskapurin er viðkvæmur í tann mun, at kinesiskar ella russiskar fregnartænastur kunnu royna at gera sær dælt av umstríddum málum i felagsskapinum fyri at skapa spenning millum tey trý londini ella skapa órógv í sambandinum við tey sameindu, serliga USA, sigur PET.

 

Nýggja frágreiðingin hjá PET kann lesast her