Paul Fenech: Hetta er ein stórur sigur fyri okkum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við miðvallaran hjá Malta, Paul Fenech

Malta hevur lært av báðum dystunum ímóti Føroyum í Nations League kappingini í fjør. Hetta greiðir ein fegin miðvallari hjá Malta, Paul Fenech frá í samrøðu við Trónd Arge á FM1. Paul Fenech er ovurfegin um sigurin, ið hevur risastóran týdning fyri hann og liðfelagarnir, og hann er sera fegin um, at teir fingu løn fyri sínar fyrireikingar til EM-undankappingardystin móti Malta.

 

Les eisini: Vit kunnu bara takka okkum sjálvum

 

Paul Fenech viðgongur tó, at tað stóð á gomlum nøglum í seinna hálvleiki, men somikið fegnari vóru maltesar, at teir riðu stormin av.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Paul Fenech í Mixed Zone økinum aftaná fyri maltesar minniliga sigurin á føroyingum.