Parkeringshús til 120 bilar í Bøkjarabrekku

Ítøkiligar ætlanir eru um at byggja eitt parkeringshús til 120 bilar í Bøkjarabrekku í Havn.

 

Tað kom fram á valfundinum á Reinsarínum í gjárkvøldið, tá parkeringsviðurskiftini í miðbýnum vóru til umrøðu.

 

Sum skilst er tað Gullak Madsen, reiðari í Hirtshals, sum hevur søkt um at sleppa at byggja eitt parkeringshús á ognini, sum Eigil Restorff átti í Kongagøtu.

 

Sambært Tróndi Sigurðsson, formanni í byggi- og býarskipanarnevndini, so er ætlanin, at innkoyringin til parkeringshúsið skal vera úr Bøkjarabrekku og útkoyring í Kongagøtu. Men fyri at tað skal bera til er neyðugt at keypa stykkið, sum liggur ímillum stykkið hjá Eigil Restorff og Bøkjarabrekku.

 

Sum skilst er heldur ikki avgreitt, um hetta verður ein privat verkætlan burturav, sum skal bera seg við parkeringsgjaldi, ella um kommunan verður við í verkætlanini.

 

Heðin Mortensen og Sjúrður Olsen siga, at ætlan eisini er um at leggja dekk á plássið uttan fyri Bursatanga, har bilarrøðirnar til Norrønu og Smyril eru. Tá havnarútbyggingin verður liðug, verða bilrøðinar fluttar út á molan.