Týsdagin hevði Listastevnan forvitisliga uppliving á skránni. Navnframi Palle Mikkelborg, ið hevur fingið Norðurlendsku Tónleikheiðurslønina í ár, leikti úti í Hesti, í Klæmintsgjógv.
Og hetta gjørdist av sonnum ein náttúru uppliving og ein tónlistarliga ógloymandi løta.
Í besta veðrið stevndi Norðlýsi av Havnini og Birgir Enni, skipari, greiddi frá trygdarviðurskiftum og skipinum, sum er bygt í Havn undir seinna heimsbardaga og liðugt sama dag, sum kríggið endaði. Í 1985 fóru menn undir at umvæla skipið og síðani 1989 hevur verið siglt við ferðafólki. Og at sigla við slíkum fari er í sær sjálvum ein uppliving, men longu við fráferð spáddi skiparin, at fyri framman lá helst størsta tónleikauppliving í hellishøpi nakrantíð.
Conserto Grotto no. 1
Túrurin út í Hest gekk av tí besta. Eisini gekk hampuliga væl at fáa fjøldina í gummi speddbátarnar og inn í hellið, sum hesa løtuna var hellið hjá gandakallinum Mikkelborg, ið er kendur fyri at ganda tað mest óvæntaða úr trompetini og sínum viðleikarum.
Conserto Grotto no. 1 var á skránni, kunngjørdi Palle, eftir at ljoðviðurskifti og annað var komið á pláss.
Ein sonn uppliving av tónum og samansetingum gjørdist løtan, ein alheimur fyri seg, leysur av tíð og kringstøðum. Bert tónleikarar og hellisljóðið ráddu.
Eingin kom snikkaleysur frá hesi tónleikauppliving, ið fór beint at hjartanum. Og sum Birgir skipari hevði spátt, so gjørdist hetta størsta tónleikauppliving í hellishøpi nakrantíð.
Síðsti fuglurin á rókini í Klæmintsgjógv tók til rýmingar. Hugflog og sinnisbylgjur náddu hæddirnar. Men eisini uttanborða byrjaði at skvampa. Og so skjótt, sum tónleikurin var komin til ein enda, ella har á leið, ráddi skiparinav at halda avstað úr Klæmintsgjógv, tí eisini har náddu bylgjurnar nú ávísar hæddir.
Heldur ikki havgudurin Neptum hevði latið hesa løtuna farið framvið, uttan sinnisrørslu, tað var eyðsæð.
Siglt verður verður nakað norðureftir, fyri at finna betri líkindi at fáa fólk umborð aftur á trygga Norðlýsi. Og væl umborð aftur á Norðlýsinum, eftir løtu, ið Palle nevndi "noget dramatisk", kom góða fiskaasuppan hjá Birgiri væl við, og stevnast kundi aftur móti Havnini. Og longu sá út, sum havgudurin var komin fyri seg aftur, eftir sálarhvøkkin, og var blíðkaður.
Palle fann sítt pláss í alheiminum
Palle Mikkelborg hevur arbeitt saman við føroyska tónleikaframleiðaranum Óla Poulsen á síni síðstu fløgu. Og har var júst arbeitt við havinum og Palle hevur takkað Óla fyri at hava leitt seg inn í henda heim av ljóðum, ið annars eru honum ókend.
Men nú kann Palle sanniliga práta við, eftir dramatiska tónleikatúrin í Hesti. Og óivað verður prátað, tí Palle Mikelborg og Óli Poulsen eru vorðnir vinmenn.
- Eg bað Óla gera eitt ocean landslag. Nú veit og hoyri eg, at hetta eru ljóðini og hetta hevur djúpa ávirkan á meg. Annað, ið er eitt upplivilsi, er ljósið í Føroyum, eisini hetta er eitt serligt drama, sigur Palle og vit staðfesta á dekkinum á Norðlýsinum orðatakið um gløggu eygu gestsins.
- Óli bað meg heilsa Føroyum og føroyingum og tað geri hervið, sigur Palle.
Palle er ikki í iva, tá hann sigur, at túrurin í Hesti var eitt upplivilisi. Kristian Blak hevur roynt at greitt honum frá, men nú skilir hann, at hetta er jú ikki til at greiða frá, men má upplivast, tí klangurin er heilt serstakur.
Palle Mikkelborg sigur, at tey í hellinum spældu ymiskt, sum tey ongantíð áður hava roynt, tí so positivt var at royna hesar nýggju umstøður.
- Tað hendir ymiskt undir slíkum umstøðum og tað er gott at kenna, sigur Palle, ið ikki ivast í, at hetta er nakað, ið tónleikararnir fara at minnast og taka við sær.
- Vit hava fingið eitt dramatiskt upplivisli. Tað eru stórar kreftir, ið gera vart við seg. Ein sær, hvussu sárbarur ein er og sær sítt pláss í alheiminum. Slíkar kreftir spyrja ongan eftir og leggja líka í, um talan er um kendan trompetleikara ella nakran annan, sigur Palle hugfjarur.
Heiðursvinnari
Í hugnaliga dekksprátinum við kenda trompetsnillingin Palla, geri eg eina roynd at koma inn á stóra heiðurin, hann hevur vunnið, hóast hann óivað er spurdur um Norðurlendsku Tónleikaheiðurslønina fleiri hundrað ferðir.
- Eg blívi jú hvørki verri ella betri av at hava fingið heiðurslønina, men eg visti ikki av, hvønn týdning heiðurslønin í veruleikanum hevur, sigur Palle Mikkelborg.
Hann vónar at nýta heiðurin til at hjálpa ungum tónleikarum fram á leið, at geva teimum okkurt.
- Tað verður sagt, at eg fari um mørk. Eg vóni at bróta sosial mørk, at fara um tónamørk og lurtaramørk, sigur Palle Mikkelborg.
- í dag fái eg fleiri tilboð, sum eg ikki leggi í, sum mær ikki dámar. Eg komi í onnur sosial samnbond. Men ofta vilja tey bert hava heiðursvinnaran, ikki Palla Mikkelborg, tey kenna hann kanska ikki eingang, sigur Palle um nakað av tí, sum stendst av at vinna so stóra heiðursløn.
Palle, sum áður hevur vitjað í Føroyum til jazzfestival saman við t.d. Niels Henning Ø. Petersen, sigur seg fegin vilja vitja aftur og hann vísir ikki aftur, at verður møguleikin, so er ein ætlan við upptøkum í Klæmintsgjógv ikki av vegnum.
Við Palla Mikkelborg á hendingaríku og tónlistaligu ógloymandi ferðini í Hesti vóru Helen Davies, ið leikar hørpu, Moussa Diallo, bassleikari, Klavs Menzer, trummuleikari, Mikkel Nordsø, guitarleikari og Ayi Solomon, ásláttur.