Pætur og KA leiktu javnt í fyrsta dystinum

KA fekk bjargað sær eitt stig móti dystarenda, tá KR var á vitjan á Akureyri

Pætur J. Petersen leikti í dag sín fyrsta landskappingardysti fyri KA í Bestudeildini í Íslandi.

 

Pætur byrjaði í álopinum í heimadystinum hjá KA móti KR á Akureyri.

 

Longu í sætta minutti fekk Pætur sambært Morgunblaðnum ein risa málmøguleika at leggja KA framum, men hann tók tíverri ikki av. Pætur var skiftur út tá 61 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

KR legði á odda við einum brotssparki tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Þorri Mar Þórisson til 1-1, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

 

Klokkan 20.15 í kvøld leika Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík móti Stjørnuni á útivølli. Klokkan 21 tekur liðið hjá Patriki Johannesen og Klæminti A. Olsen, Breiðablik móti HK á heimavølli.