Fyrrverandi kubanski leiðarin Fidel Castro hevur spurt, um hann kann fáa orð á Benedikt 16. páva, sum er á almennari vitjan í Kuba í hesum døgum. Tann 85 ára gamli Castro skrivar á síni heimasíðu, at hann gleðir seg til løtuna saman við pávanum.
Í sambandi við vitjanina vestan hav hevur Benedikt 16. pávi talað fyri politiskum nýskipanum í Kuba, men stýrið í Havanna hevur vísti hugskoti hansara frá sær.
-Talan verður ikki um nakrar politiskar nýskipanir í Kuba. Vit tosa um at endurskoða tann búskaparliga leistin á ein tílíkan hátt, at hann skal tryggja okkara slag av sosialismu frameftir, sigur varaforsetin, Marino Murillo.
Tá pávin hevði messu í Kuba í gjár, talaði hann fyri einum endurnýggjaðum og meiri opnum samfelagi.