Páll á Lakjuni 60 ár

Hósdagin 29. mars verður Páll á Lakjuni í Fuglafirði 60 ár. Føðingardagurin verður hildin mikukvøldið í Siloa í Fuglafirði.

Páll er fuglfirðingur. Foreldrini vóru Mia og Jákup Oluf á Lakjuni, sum bæði vóru úr Fuglafirði. Tey eiga 6 dreingir: Victor (45), Páll (47), Harry (49), Jógvan (52), Terji (55) og Eyðun (59). Victor býr í Klaksvík og hinir búgva í Fuglafirði.

17 ára gamal fór Páll í 1964 til Havnar í læru á Skattadeildini, sum tá var í Tinganesi. Har arbeiddi hann inntil í 1971.

Páll giftist 24. apríl 1971 við Hjørdis, sum er ættað úr Klaksvík. Foreldur hennara vóru Anna og Hans Jacob Justesen. Hon var úr Árnafirði, og hann úr Norðdepli. Hjørdis og tey búðu nógv ár norðuri á Strond, har pápi hennara arbeiddi á verkinum hjá SEV.

Eftir at Hjørdis og Páll vóru gift, fóru tey til Danmarkar, har tey vóru við í evangeliska verkinum í Operation Josva, sum hevði støð á Fyn og annars hevði átøk kring alt landið.

Í 1974 flutti Páll og familjan til Klaksvíkar at búgva. Hann arbeiddi á heilsøluni hjá Kjølbro í nøkur ár. Eftir at familjan var flutt til Fuglafjarðar, fór Páll at arbeiða hjá Haraldsen, og nú hevur hann í mong ár verið heilsølumaður.

Páll og Hjørdis eiga hugnaligt heim úti á land. Tey eiga 4 børn: Bogi (72), Maria (74), Ingun (78) og Oddur (82). Genturnar búgva í Klaksvík og dreingirnir í Fuglafirði. Páll eigur tvey abbabørn – eina gentu og ein drong.

Páll hevur góða sangrødd. Hann var tenorur í Ebenezerkórinum, og miðskeiðis í 60’inum fór hann saman við trimum øðrum ungum monnum at syngja við Sangbrøðrum. Sangurin og tónleikurin kendust tá at hava nýtt snið, og Sangbrøður vóru væl fagnaðir. 3 EP-plátur spurdust burtur úr, áðrenn teir góvust at syngja regluliga í 1971.

Síðani hann kom aftur til Fuglafjarðar, hevur Páll kent stóra ábyrgd í samkomuni í Fuglafirði. Hann hevur verið í Siloakórinum øll árini, og viðhvørt syngja og spæla Páll og beiggjarnir. Í samband við runda føðingardagin verður sangløta í Siloa mikukvøldið kl. 19, tá fara Siloakórið, Sangbrøður og brøðurnir á Lakjuni at syngja.


J