Páll Finnur Páll og Danny & the Veetos í Klaksvík

Í kvøld annað jólakvøld er dansur við Danny & the Veetos og Páll Finnur Páll í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tiltakið byrjar klokkan 23. 

 

 

Á Facebook síðuni hjá bólkinum Páll Finnur Páll stendur, at bólkurin varð stovnaður hinumegin ártúsundskiftið og hevur fimm útgávur á baki umframt luttøku á hópin av øðrum útgávum. Harumframt hevur bólkurin upp til fleiri ferðir vunnið virðislønir fyri millum annað besta bólk og mest spælda lag og hava enn fleiri løg ligið á ovastu rók á føroysku topplistunum.

 

 

Danny & The Veetos teljast millum best umtóktu popp tónleikabólkarnar í Føroyum, og hava verið nógv at hoyra á palli, síðani teir tóku føroyingar á bóli við hittunum Sunnukvøld í mai og Alright .