Pól til VB

Nú er avgjørt, at Pól Thorsteinsson komandi ár aftur verður at síggja í barndómsfelagnum

Pól Thorsteinsson, sum seinastu tvey árini hevur leikt við B36, skrivaði sunnudagin undir sáttmála við VB, soleiðis at hann hetta kappingarárið aftur verður at síggja í barndómsfelagnum.

Ivaleyst er hetta ein kærkomin styrkur fyri vágbingar, sum í fjør høvdu eitt heldur linligt kappingarár, sum í stóran mun varð oyðilagt av vánaligu byrjanini, sum liðið fekk.


Kanska á miðjuna

Á landsliðnum og hjá B36 hevur Pól fyri tað mesta røkt eitt av plássunum afturi í miðverjuni, men hjá VB var tað mest sum framrættaður miðvallari, at hann gjørdi um seg.

Møguliga verður tað á hesum plássinum, at Pól nú aftur skal royna seg, men hetta verður so ein spurningur, sum venjarin tekur sær av.

VB man nú hava fingið endaliga puslispælið at ganga upp, og ivaleyst ætla teir sær komandi ár at miða móti einari endastøðu í ovaru helvt av stigatalvuni, sum møguliga kann bera europeiska luttøku við sær.