Oysti vatn eftir Helle

Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, fekk alt annað enn góða móttøku, tá hon var í Aarhus í dag og helt 1. mai-røðu. Fólk róptu og floytaðu, so forsætisráðharrin fekk nóg illa orðið fyri seg, og aftan á røðuna oysti ein maður vatn eftir forsætisráðharranum. Hann varð tikin alt fyri eitt. Ein annar maður gjørdi ikki mætari enn at loysa sær buksurnar framman fyri forsætisráðharranum. Hann bleiv eisini tikin.

Í Keypmannahavn noyddist Frank Jensen, yvirborgarstjóri, at steðga á fleiri ferðir, tí fólk órógvaðu hann, tá hann helt røðu í Fælledparken. Somu móttøku fekk forkvinnan í SF, Annette Vilhelmsen.

Hinvegin varð forkvinnan í Eindarlistanum, Johanne Schmidt Nielsen, væl fagnað, tá hon hevði orðið.