Nú eru ikki meira enn einar tríggjar vikur til 8. Oyggjaleikirnir verða settir í Visby á Gotlandi, og nú er greitt, at talið á luttakarum á hesum leikunum verður metstórt.
Tilsamans fara nevniliga 1858 ítróttarfólk frá 22 oyggjasamfeløgum at kappast í eina viku í 14 ymiskum ítróttargreinum.
Størsta talið av ítróttarfólkum stillar vertsoyggin Gotland upp við, ikki færri enn 234, meðan lægsta luttakaratalið kemur frá ensku oynni Alderney, ið sendir trý ítróttarfólk til leikirnar.
Í frælsum ítrótti verða flestir luttakarar, nevniliga 294, meðan tað bert verða tilsamans 24 luttakarar í sigling, sum harvið er minsta ítróttargrein hesaferð.
Fýra oyggjar luttaka í øllum teimum 14 ítróttargreinunum. Umframt vertsoynna Gotland eru tað tær tríggjar bretsku oyggjarnar Jersey, Isle of Man og Guernsey. Í hinum endanum luttekur Alderney bert í einari ítróttargrein (skjóting).
Føroyar
Føroyska luttøkan á leikunum liggur nakað omanfyri miðal.
Vit luttaka við 88 ítróttarfólkum í átta ítróttargreinum. Hetta er ikki størsta luttøkan hjá okkum, tí tá vit hava verið umboðað í flestum ítróttargreinum, kappaðust vit í 11 ymiskum. Luttakaratalið hjá føroyingum hevur eisini verið omanfyri 100.
Men sum vera man eru tað tær fólkaríkastu oyggjarnar, ið senda flestu ítróttarfólkini avstað, og harvið hava møguleikan at vinna flestu heiðursmerki.
Føroyar ætla tó at varðveita sítt pláss á heiðursmerkjatalvuni, har vit hava ligið sum nr. 5-6 seinastu nógvu leikirnar.
Umframt tey 88 ítróttarfólkini verða eisini fleiri venjarar, leiðarar, læknar og fysioterapeutar umframt tíðindafólk við, so samlaði hópurin er umleið 135.
Pláss eftir
Flogið verður beinleiðis til Gotland og aftur við tveimum flogførum, sum taka tilsamans 168 fólk. Hóast fleiri ferðafólk hava teknað seg til ferðina, so eru enn pláss eftir, og um ein ber skjótt at við at seta seg í samband við Oyggjaleikanevndina (tlf. 216586 ella 210299), so eru enn møguleikar at sleppa við at hyggja eftir hesi stóru ítróttarkappingini.
Fyrireikingarnar fara at halla nú, og herfyri kom enn ein partur av fíggingini upp á pláss, tá Oyggjaleikanevndin gjørdi avtalu við Føroya Sparikassa, sum aftur hesa ferð stuðlar føroysku luttøkuni.










