Owen og Ronaldo millum teir vánaligastu

Danski landsliðsvenjarin gevur sítt boð upp á teir bestu og vánaligastu spælararnar í HM-kappingini higartil

HM

Bólkaspælið í HM-kappingini gongur móti endanum, og longu nú hava fleiri lond og spælarar gjørt vart við seg. Hinvegin eru tey eisini onnur, sum hava verið eitt vónbrot.
Danski landsliðsvenjarin í fótbólti, Morten Olsen, er fastur viðmerkjari í danska blaðnum BT, og hann hevur í morgun valt teir bestu og vánaligastu spælararnar í HM-kappingini higartil.
Liðið við teimum bestu spælarunum sær soleiðis út: Petr Cech (Kekkia)  Emmanuel Eboe (Fílabeinsstrondin), Rafael Marquez (Mexico), Robert Ayala (Argentina), Phillip Lahm (Tyskland) - Juan Riquelme (Argentina), Xavi (Spania), Ze Roberto(Brasil), Arjen Robben (Holland) - Christiano Ronaldo (Portugal), Javier Saviola (Argentina)
Morten Olsen hevur eisini valt teir vánaligastu spælararnar, og hann hevur mannað eitt lið, sum hann kallar Floppliðið. Tað sær soleiðis út: Oleksandr Shovkovsky (Ukraine) - Arne Friedrich (Týskland), Samuel Koffour (Ghana), Steve Cherundolo (USA), Vladislav Vashchuk (Ukraine) - Patrick Vieira (Frakland), Sylvain Wiltord (Frakland), Dejan Stankovic (Serbien og Montenegro) - Ali Daei (Iran), Michael Owen (England), Ronaldo (Brasil)