Ov tíðliga fødd børn fara av landinum

Landssjúkrahúsið hevur ov fáar sjúkrarøktarfrøðingar til at ansa børnum, sum eru fødd ov tíðliga, og tey verða tí oftari send til Danmarkar nú enn fyrr -Tað er óheppið, tí ein ávísur vandi er við at flyta børn, sum eru illa fyri, sigur Fróði Joensen, barnalækni á Landssjúkrahúsinum, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Umleið 35 børn verða fødd ov tíðliga í Føroyum um árið, og eisini hendir tað ofta, at nýføðingar verða brádliga sjúkir. Flestu børnini hava higartil kunnað fingið ta røkt og viðgerð, tey hava tørv á, á Landssjúkrahúsinum, tí føðideildin hevur havt serkønar sjúkrarøktarfrøðingar.

Men soleiðis er ikki longur. Tey seinastu trý árini er talið á sjúkrarøktarfrøðingum á føðideildini minkað úr 16, sum allir høvdu serligan førleika at ansa sjúkum nýføðingum, niður í 10, og harav hava bert seks neyðuga serkunnleikan. Tað hevur gjørt, at fleiri ov tíðliga fødd børn og sjúkir nýføðingar verða sendir til Danmarkar at fáa viðgerð, sigur Kringvarpið.