- Virkið í Vági kastar minni av sær enn onnur virki gera. Tí fær tað ikki fisk.
Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking, sigur, at hetta er tann stutta og einfalda orsøkin til, at onki arbeiði hevur verið á flakavirkinum í Vági nú í fleiri vikur.
Hann staðfestir, at so leingi fiskiskapurin er so lakur sum hann er nú, er heldur ikki væntandi, at nakað serligt av arbeiði verður á virkinum í Vági.
- So leingi so lítið av fiski kemur upp á land, er ikki væntandi, at virkið í Vági fær nakað serligt av fiski.
Meinhard Jacobsen sigur, at tað stutta av tí langa er, at tað er alt ov lítið av fiski at fáa.
- Vit á Fiskavirking noyðast at hugsa um fíggjarliga avkastið og tí noyðast vit fyrst at senda fiskin á tey virkini, har avlopið er størst, sigur hann.
- Vit selja nógvan feskan fisk og í hesum sambandi stendur virkið í Vági aftast í røðini at fáa fisk.
- Batnar fiskiskapurin, so at vit fáa nóg mikið av fiski, verður støðan beinanvegin ein onnur, leggur hann afturat.
- Men batnar fiskiskapurin ikki, verður tað sera tórført at hava virkið í Vági opið, leggur hann afturat.
Stórur munur
Stjórin á Fiskavirking sigur, at tað er stórur munur á, at avlopið av hvørjum kilo er minni á virkinum í Vági enn á øðrum virkjum.
Men hann vil ikki siga, hvussu stórur munurin er. Hann vil heldur ikki siga, hví munurin er so stórur.
Hann staðfestir kortini, at venjingin við fiskaarbeiði kann vera ein orsøk.
Somuleiðis staðfestir hann, at flutningskostnaðurin er ikki tann stóri trupulleiki í hesum sambandi.
Hann harmast um støðuna, tí hann staðfestir, at tey á Fiskavirking hava ikki brúkt pening upp á at fáa gongd á virkið við tí í hyggju at tað skuldi standa stilt.
- Endamálið var at hava arbeiði á virkinum, men sum fiskiskapurin er nú, ber tað ikki til av fíggjarligum orsøkum, sigur Meinhard Jacobsen.
Les eisini greinina: Kreppufundur um arbeiðspláss í Vági.