Soleiðis verður tikið til í Brestis Kvæði, og man tað ikki júst vera bragdarhugurin, sum ment hevur so mangan ungan sjómannin, frá “proysa” á fyrsta túri, til raskan dekkara og síðani á skúlabonk, at vinna sær rættindi at koma á brúnna.
Ongin ger tað tó einsamallur. Skal fiskast, skulu bæði manning, skipari og reiðari til. Tað fyrstu tíðina, eftir at føroyingar byrjaðu skipsfiskiskap, vóru tað mest handilsmenn, sum reiddu skip út. Seinni bleiv tað alt meira vanligt, at góðir skiparar sjálvir keyptu skip. Reiðaríini blivu tí fleiri í tali, og hetta skapti ein dynamikk í føroyskari fiskivinnu.
Alt hevur tó sína tíð, og fá eru tey reiðarí, sum hava livað longur enn til annað ella triðja ættarlið, og serliga av teirri orsøk hevur siðvenjan, at góðir skiparar loysa frá reiðaríi og byrja fyri seg sjálvar, verið góð fyri áhaldandi menning í fiskivinnuni.
Eitt av stóru reiðaríunum frá fyrst í undanfarnu øld var P/F J. F. Kjølbro, sum vardi nakað inn í annað ættarlið, áðrenn tað á fyrsta sinni bleiv endurreist og umskipað. Flaggskiparin í línuskipaflotanum hjá Kjølbro mundi vera Palli hjá Mariannu, og hann fekk eisini størsta og seinasta línuskipið hjá reiðarínum, Borðoyarnes, at føra. Tað var tó ikki leingi, at Palli førdi Borðoyarnes fyri Kjølbro, tí hann valdi sjálvur at gerast reiðari, og keypti skipið. Hetta gjørdist byrjanin til tað í dag so væl kenda og sterka uppsjóvarreiðaríið í Klaksvík, har triðja ættarliðið væl og virðiliga er í holt við at taka yvir.
Av trolaraskiparum hjá Kjølbro, var eisini ein í skaraði framúr tey seinni árini. Tað var Mortan Johannesen, Mortan hjá Kaj. Nøkur ár seinni enn Palli hjá Mariannu, valdi hann at gera júst tað sama, at byrja fyri seg sjálvan og keypti trolaran Sjúrðarberg frá Kjølbro. Hann gav honum navnið Enniberg, og partafelagið Enniberg er í dag eitt sera sterkt og væl rikið felag, sum Mortan sjálvur enn stendur á odda fyri.
Kimbil var eitt kent reiðarí í Havn um miðju seinastu øld. Ein av dugnaligu skiparunum, valdi, eftir at hann fyrst var “headhuntaður” yvir í reiðaríið Boganes, sjálvur at byggja skip og gerast reiðari. Hetta var Eiler Jacobsen, sum gjørdist sannur slógari í uppsjóvarvinnu. Annað ættarlið eltu somu slóð, til teir brádliga seldu, og valdu at ganga aðrar leiðir.
Hetta vóru so trý dømi um fiskiskiparar, sum valdu sjálvir at gerast reiðarar, og tað er onki at taka seg aftur í, at teir allir, við sínum dugnaskapi og áræði, hava skapt ein dynamikk í føroyskari fiskivinnu og harvið tænt allari tjóðina væl.
Ikki tí aðrir hava eisini roynt seg, har tað hevur gingist knapt so væl, men soleiðis er tað við allari vinnu.
Í dag er støðan tó ein onnur. Avmarkaðu veiðurættindini hava viðført, at sterkastu reiðaríini hava lagt seg á tey virðismiklastu loyvini, og vilja treyðugt av við nakað aftur. Tann dynamikkur, sum rokskiparar, ið hava gingið egnar leiðir sum reiðarar, hava skapt, sæst tí ikki í sama mun longur, og tað kann, sum frá líðir, gerast óheppið fyri menningina í fiskivinnuni.
Tað eigur tí í eini fiskivinnunýskipan at vera skaptir møguleikar fyri, at til dømis skiparar, sum hava prógva sín dugnaskap og harvið fingið bæði sjálvsálit og áræði, sjálvir fáa møguleikan at ognað sær skip og rættindi, til tess at ganga egnar leiðir sum reiðarar, á sama hátt, sum flestu av verandi reiðarum gjørdu í síni tíð. Hvussu hetta skal gerast, er so tann stóri spurningurin, tí verða langtíðar ræðisrættindi latin verandi reiðarum og ongum øðrum, fer stígur, sum frá líður, heilt víst at koma í menningina í fiskivinnuni.
Eitt annað er so tað, at tað er meiningsleyst at geva ágrýtnum og dugnaligum skipara veiðiloyvi, fyri so í øðrum andadrátti, sum til dømis í fiskidagaskipanina, at leggja honum so nógvar darvandi bindingar í vegin, at hann ongan møguleika hevur, at røkka nøktandi úrsliti. Fiskidagaskipanin má so í øllum førum avtakast í sambandi við eina fiskivinnunýskipan.
“Ongin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða.” Skapið tí møguleikar hjá dugnaligum og ágrýtnum monnum at sleppa framat fiskaríi uttan aðrar bindingar enn mest loyvda veiðu, bann móti útblaking og at fiska ungfisk.
Thormund Johannesen
Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.










