Og landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálaráðnum Hans Pauli Strøm hevur púra rætt.

Eg kenni onki sjúkrahús, sum ikki hevur trupulleikar. Eg kenni ikki til, at Landssjúkrahúsið hevur størri trupulleikar enn so mong onnur sjúkrahús. Men at kasta skuldina fyri trupulleikum á manglandi játtan til Landssjúkrahúsið er púra burturvið!

Jákup Petersen, yvirlækni



Ongi tekin til manglandi játtan
Í 2002 hevði eg grein, har eg gjørdi eg eina sammeting av okkara sjúkrahúsverki mótvegis okkara grannalondum, og varð tað heilt greitt, at játtanin varð á leið við okkara grannalond.
Niðurstøða mín í dag er tann sama sum eg hevði í 2002. Nevniliga at:

»Tað er nógv sum bendir á, at tað neyvan fer at geva nakað, at pumpa pening blint inn í okkara sjúkrahúsverk. Vit hava ongar ábendingar um, at sovorðin peningur fer at hækka um støði og framleiðslu.
Hinvegin er tað nógv sum bendir á, at vit hava tørv á strukturbroytingum í kanning og viðgerð. At tann samlaða kanningar- og viðgerðarketan eigur at verða endurskoðað við atliti til at hækka forkanningarstøðið, stytta um innleggingartíð, gera meira ambulantar viðgerðir o.s.fr.. Til hetta krevst ikki meira peningur, men tað er alneyðugt, at tað verður gjørt av fólkinum á gólvinum so vit ikki enn einaferð fáa eina fyrisitingarliga glæstriborg, sum vit ikki kunnu brúka til nakað.«

Fyrisitingarligar glæstriborgir
Men vit fingu eina fyrisitingarliga glæstriborg, sum hevur kravt nógvar stúttur fyri at standa uppi. Harafturat fingu vit hópin av peningi. Væl meira enn okkara grannalond. Uttan at nakað stórvegis sást aftur í støði og framleiðslu. Tíðin er helst komin til at leggja á annan bógv.

Landsstýrismaðurin rakar seymin á høvdið
Tað varð tí hugvekjandi at lesa greinina hjá landsstýrismanni Hans Paula Strøm, har hann sera greitt við orðum og tølum jarðar pástandin um manglandi játtan. Eg haldi, at stundin er komin til at taka eitt sindur í egnan barm. Tað liggur nú á markinum til skomm, hvussu vit læknar reagera, tá onkur uttanífrá kemur við atfinningum. Hvørja ferð okkurt er á vási er loysnin, at játtanin skal økjast. Hetta lækkar um okkara trúvirði sum læknar. Og tað er ikki so langt síðani, at stórt sæð allir trupulleikar kundu loysast við nýggjum bygningi. Og hann hava vit jú fingið!

Ambulant kirurgi
Ambulant kirurgi hevur verið nevnt sum eitt slag av neyðloysn, tí ov lítð av peningi er til. Hetta er sjálvandi ikki so. Tað gjørdist greitt fyri okkum læknum fyri nógvum árum síðani, at orsakað av nýggjari tøkni varð tað gjørligt at lyfta ávísa viðgerð á eitt hægri støði við at gera hana ambulanta.
Tað sum vunnið varð í hesum sambandi varð til dømis minni av skúkrahúsinfektionum. Styttri sjúkraskriving og skjótari afturgong til arbeiðið. Ella við øðrum orðum, sjúklingurin kom seg skjótari eftir skurðviðgerð. Minni stress hjá sjúklingi í samband við viðgerð, tí innleggjan ikki varð neyðug.
Starvsfólk fingu minni náttararbeiði og harvið betri møgurleika at fyrireika og útynna førleikamenning o. s. fr. Sparing varð ongantíð eitt primert endamál. Tað gjørdist eisini skjótt greitt, at sjúklingunum dámdu henda viðgerðarhátt nógv betri enn innleggjan. Okkara endamál varð ikki sparing, men hægri støði, minni komplikatiónir og betri nøgdsemi millum sjúklingar og starvsfólk. Í okkara grannalondum eru tey komin væl longri á hesum øki.

Innleggjan og útskrivan
Havt hevur verið frammi, at læknar fyri at spara eru farnir, at útskriva sjúklingar fyrr enn vanligt og eru harafturat ein forðing fyri innleggjan. Hetta er sjálvandi heilt burturvið. Eg vísti longu í 2002 at vit høvdu longsta innlegingartíð í Norðurlondum.
Allar kanningar eg kenni til vísa, at tað er munandi betri fyri sjúklingina at stytta um innleggingartíðina. Minni infektiónstrupuleikar, skjótari rehabilitering og betri nøgdsemi. Men tað krevur at viðurskiftini eru vælskipaði. At informatiónin til sjúklingarnar er góð og planleggingin væl gjøgnumførd. Tá alt hetta riggar, so fara sjúklingar tíðliga og í góðum hýri av deildini.
Starvsfólk kenna eisini, at tey gera eitt meiningsfullt arbeiði og eru hugalig í sínum arbeiði. Styttri innleggingartíðir eru ikki frá læknaligari síðu gjørdar fyri at spara, men eru ein náttúrlig fylgja av menning innan viðgerðarháttir og tøkni. Og er samstundis við til at hækka viðgerðarstøðið og økja um nøgdsemi hjá sjúklingum. Eg haldi ikki, at tað skuldi verið neyðugt at gera viðmerkingar til pástandin um, at vit eru ein forðing fyri, at sjúklingar verða innlagdir, tá tørvur er á hesum.
Og at enda eitt hjartasuff. Í aftursvari Læknaráðsins til løgtingsmann Bill Justinussen stendur millum annað:

»Tað er neyvan so, at allir læknar á Landssjúkrahúsinum eru líkasalir og ódugnaligir kynikar við samstarvstrupuleikunum«.

Álvaratos, kæru kollegar! Eg gangi út frá, at hetta er ein misskiljing. Eg kenni ongan lækna á Landssjúkrahúsinum við omanfyrinevndu eginleikum.