Oddagrein·Tørvurin er staðfestur ? brettið nú upp ermar!

Nú er endaliga staðfest, at tørvurin á ellis- og røktarheimsplássum eins og líknandi búplássum er næstan 250. Hetta hava aðrar metingar víst, og fyrrverandi læknin á Skala, Sigvald Kristiansen, hevur roknað út, at veruligi tørvurin er umleið tvífalt so stórur, ella umleið 500 pláss til okkara eldru. Bráðfeingistørvurin er omanfyri 100.

Henda neyðars støða hjá okkara eldru og sinnisveiku bar í sær, at til seinasta val hevði Javnaðarflokkurin fremst í valskránni at útvega 250 búpláss til okkara eldru. Hetta vallyftið kom á dagsskránna í valstríðnum sum so, og allir flokkar tóku undir við, at tað er neyðugt at útvega 250 búpláss í hesum valskeiði.

Landsstýrismaðurin í hesum máli, Páll á Reymatúgvu, sleppur tí undan at skulu grundgeva fyri at fáa tær neyðugu útreiðslurnar á uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár, og fáa ta neyugu játtanina samtykta á Føroya løgtingi síðst í hesum ári, tí allir flokkar hava sagt seg at taka undir við, at her skal nakað gerast.

Nú kenna vit ikki uppskotið til fíggjarlóg fyri komandi ár, men tað er liðugt og farið til prentingar, tí tað skal í seinasta lagi leggjast fram mánadagin. Hinvegin ber til at gera broytingar og koma við nýggjum uppskotum, tá uppskotið verður viðgjørt í Figgjarnevndini, so her er eingin umbering.

Kortini vita vit, at tað hevur verið ein grúulig politisk togan at fáa kabalina at ganga upp. M.a. tí, at íløgurnar eru avmarkaðar fyri at halda tær á passaligum støði búskaparliga, so at tær ikki hita búskapin ov nógv, og tí at so stórur partur frammanundan er oyramarkaður til samferðsluna.

Samferðslan er neyðug, men tað er torført at skilja hjá teimum, sum eru í svárari neyð ? tað veri seg tey eldru og teirra avvarðandi ? at íløgur í tunnlar, havnir og eitt stórt og dýrt strandfaraskip skulu takast fram um tann átroðkandi tørvin á búplássum til okkara eldru.

Nú leggur álitið, sum landsstýrismaðurin fekk handað mikudagin, upp til fleiri alternativa loysnir. M.a. at byggja út sambýlini, so tey kunnu hýsa tungum sjúklingum, tey kalla, eisini. Vit skulu á hesum stað ikki meta um, hvat er rætt ella ikki, men bara heita á politiska myndugleikan um at bera skjótt í bandi og finna ta best hóskiligu loysnina.

Latið ikki tær neyðugu fyrireikingarnar drukna í orðaskifti um býtið millum land og kommunur, uppskotið um at býta landið í nøkur øki, hvar tey nýggju heimini skulu byggjast ella hvar tað skal byggjast uppí. Nú er at vóna, at løgtingið er so mkið at sær komið, at aðrar óneyðugar íløgur verða lagdar til viks eitt ávíst áramál, so vit veruliga kunnu taka eitt tak fyri okkara eldru ? tey, sum bygdu hetta land.

Sosialurin